Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá NSÍ at fáa eitt skðli við fótbóltsvøllin í Runavík. Mangan hevur tað verið rættuliga illfðsið at verið til heimadyst hjá NSÍ, tí vøllurin liggur rættuliga opið fyri, og trupult er hjá trúfastu áskoðarafjøldini hjá NSÍ at finna sær lívd fyri veðrinum.
450 sitipláss
Formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, sigur, at teir fegnast um, at Runavíkar kommuna er farið undir arbeiðið við at gera áskoðaraplássir. Bakkin eystaru megin vøllin er grivin niður, og arbeiðið gongur við fullari ferð, sigur hann. Ikki færri enn 450 sitipláss verða í nðggja skðlinum, og Jákup Mortensen sigur, at hetta fer at bøta munandi um karmarnar hjá fótbóltsáskoðarunum í Runavík. Í fyrstu atløgu verður ikki tekja á skðlinum, men kanska kemur tað einaferð í framtíðini, sigur formaðurin í NSÍ.
Ein ætlan um stadionøki í Runavík hevur verið til í longri tíð, og Jákup Mortensen sigur ætlanina verða sera góða, og hann heldur somuleiðis, at tað er harðliga tiltrongt, at farið er undir at bøta um viðurskiftini kring vøllin í Runavík.
Umframt nðggja skðli hjá runavíkingum, verður eisini eitt hegn sett upp í norðara enda av vøllinum. Leingi hevur tað verið til fortreð hjá runavíkingum, at bóltarnir eru farnir langa leið, tá ið skotið hevur verið upp á mál í norðara enda av fótbóltsvøllnum í Runavík. Nðggja hegnið, ið er meinlíkt tí við ovara vøll í Gundadali, fer at føra við sær, at skjótari og lættari gongur við at fáa fatur á bóltunum aftur.