Fríggjakvøldið 29. oktober verður skipað fyri einum nýggjum og spennandi tiltaki í Runavík, sum hevur fingið heitið ?TRUMFA? Á mentanarvikuni, sum verður hildin í Runavíkarøkinum í døgunum 24. til 31. oktober, verður eitt serstakt kvøld, sum hevur fingið heitið TRUMFA.
Hetta forvitnisliga tiltak verður fríggjakvøldið 29. oktober, og tá fer allur Runavíkar býur at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum slagi.
Handlar, søvn, mentanarhús, listaframsýningar, matstøð, gistingarhús og annað hava opið til midnátt við ymiskum tilboðum.
- Hetta verður kvøldið, har Runavíkin bjóðar øllum búgvandi og vitjandi eitt lívligt og spennandi kvøld við alskyns tiltøkum, siga tey á kunningarstovuni í Saltangará.