Í Degi og viku sama kvøldið var tosað við John Johannessen, tingmann Javnaðarfloksins og Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformann og tingmann Fólkafloksins um ætlanina at flyta íløgurnar til vegir, tunlar og havnir til onnur øki. John Johannessen segði, at semja var um hesa ætlanina, meðan Anfinn Kalsberg segði, at semja hvørki var at taka peningin av og enn minni at brúka peningin til nakað annað enn tað, teir eru ætlaðir til.
Hvørjum skal man trúgva?
Fyri okkum í Runavíkar kommunu er tað av stórum týdningi at byrjað verður upp á bæði Runavíkarvegin og Rituvíkarvegin. Hetta eru ætlanir, sum hava ligið á láni í nógv ár og eru neyðugar at fáa byrjan á beinanvegin.
So áheitan mín er á løgtingslimir um at standa við tað, sum tit hava samtykt fyri kortum, soleiðis, at ætlaninar við Runavíkarvegnum og Rituvíkarvegnum verður sett í verk í ár.










