Afturlating
Komandi týsdag, sum er seinasti dagur í august, letur Runavíkar Sjómansheim aftur vegna fíggjarliga trongstøðu.
Eini 12 fólk starvast á sjómansheiminum, og hesi eru søgd úr starvi, nú lykilin verður snaraður um.
Fyri nøkrum árum síðan varð sjómansheimið partvís umbygt og nútímansgjørt. Øll kømrini vórðu sett í stand, og hølir vórðu innrættaði, soleiðis at fólk eisini kundu keypa sær pizza.
Men hóast umbygging og nútímansgerð, hevur tað ikki víst seg, at hetta hevur skapt tær inntøkur, sum leiðslan hevur vónað.
Fáa gistingar
Hásesongin, sum fevnir um einar tríggjar mánaðir av árinum, hevur ikki givið tað íkast, sum vónað hevur verið, og heldur ikki hevur møguleikin at keypa pizza givið tað, sum lagt hevur verið upp til.
Runavíkar Sjómansheim hevur lagt seg eftir at fáa bólkar við fólki at vitja, men hetta hevur ikki eydnast í nóg stóran mun.
Gistingarnar hava verið ov fáar, og nógvar nætur í hásesongini hava bert nakrar fáar sengur verið umbidnar. Og tá ið hásesongin ikki roynist nóg væl, er heldur ikki lætt at fáa íløguna at bera seg.
Formaðurin í nevndini fyri Runavíkar Sjómansheimi, Andreas Andreasen, segði í vikuni, at arbeitt verður nú við, hvørjir møguleikar eru.
Hann segði, at ein møguleiki kanska er at lata resturatiónina uppaftur, men ikki hava gisting.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður við Runavíkar Sjómansheimi í framtíðini.
Kaj Eli Hansen av Nesi hevur seinastu árini verið leiðari á Runavíkar Sjómansheimi.
Á sjómansheiminum










