Runavíkar Sjómansheim latið uppaftur

Eftir at hava verið stongt eina tíð letur Runavíkar Sjómansheim nú uppaftur. Tað verður tó ikki við øllum tí virksemið, sum var. Byrjað verður sum Bed and Breakfast. Matstovan verður ikki opin

 

Ferðavinna

Tað verður nú aftur møguligt at gista í Runavík. Sjómansheimið, sum hevur verið stongt eina tíð, lat upp aftur í gjár, og longu nú eru fleiri fyrispurnignar komnir.

Jeffrei Johannesen, nevndarlimur, sigur, at í fyrsta umfari verða bara gistingar við morgunmati á Sjómansheiminum. Avtala er gjørd við Judith og Meinhard Hansen av Nesi um at leiða Sjómansheimið. Men tey hava tó bara átikið sær at verða har fyribils í summar, og vilja ikki taka matstovuvirksemið upp á seg. Arbeitt verður tí við at finna onkran, sum kann átaka sær dagligu leiðsluna av Sjómansheiminum, sigur Jeffrei Johannesen.

Hann sigur, at tað fíggjarliga nú er komið upp á pláss. Kreditoravtalur eru gjørdar við eitt nú Føroya Sparikassa og eisini leysar kreditorar.

Í samband við at Runavíkar Sjómansheim lat aftur, vóru søgur frammi um, at ein einstakur persónur var komin fíggjarliga illa fyri, tí hann hevði veðhildið fyri eitt lán til Sjómansheimið. Jeffrei Johannesen sigur, at hetta málið er loyst soleiðis, at maðurin sleppur snikkaleysur burtur úr tí.

Ætlanin er at reka Sjómansheimið víðari eftir sama leisti sum fyrr. Talan verður undir ongum umstøðum um at søkja um skeinkiloyvi, so leingi talan er um Sjómansheim, sigur Jeffrei Johannesen.

Hann ásannar, at tað kann fara at verða tungt at reka matsovu virksemi uttan skeinkiloyvi. Men samstundis vísir hann á, at tað er ikki matstovan, men gistingarnar, sum skulu bera raksturin.

-Tað ber til aðrastaðni at reka missiónshotell á rættiliga høgum støði uttan minibarr á kamarinum. Hugt verður at, hvussu kamarið annars er útgjørt. So tað átti at borið til í Føroyum eisini, heldur hann.

Jeffrei Johannesen sigur, at tey arbeiða við onkrum ávísum avtalum í løtuni. Eitt nú eru fyrispurningar frá fólki, sum koma hendanvegin at arbeiða í samband við oljuútgerðarhavnina í Runavík. Eingin endalig avtala er enn gjørd, men hugsandi er, at okkurt fer at spyrjast burturúr, væntar hann.