Kommunufelagið metir fyri stýrið tess, at tað er serliga umráðandi, at kommunurnar svara uppá spurningin, hvørt tær framhaldandi ynskja, at tað er eitt lógarkrav, at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv (sí §§ 4 og 5), ella um kommunurnar ynskja, at hendan áseting verður broytt, soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa uttan nøkur krøv um samstarv.
Trivnaðarnevndin í Runavíkar kommunu er á fundi 3. september 2018 komin til hesa niðurstøðu: “Trivnaðarnevndin hevur á fundi einmælt samtykt at kunna Býráðið um hoyringsáheitanina frá Kommunufelag Føroya. Trivnaðarnevndin er samd við niðurstøðuni hjá Trivnaðardeildini um, at lógarásetingin um samstarvsøkið ikki er ein trupulleiki hjá Runavíkar kommunu.”
Av tí at fleiri enn 3 túsund fólk (fleiri enn 4 túsund í løtuni) búgva í Runavíkar kommuna, er lógliga ásetingin um samstarvsøki kommununi óviðkomandi. Hon kann skipa seg sjálva á eldraøkinum, alternativt kann hon velja at fara í samstarv við aðrar kommunur í Eysturoy. Tilvitað og við fullari semju í Runavíkar býráði valdi Runavíkar kommuna hendan seinra møguleikan, og valdi at skipa eldraøkið saman við Nes- og Sjóvar kommunu í samtakinum Roðin. Hinar báðar kommunurnar høvdu ikki sama frælsi, støddin treytaði at tær funnu sær eitt samstarv at virka í. Samstarvið hevur virkað fyrimyndarliga væl, og higartil er ongin politisk roynd gjørd fyri at taka samstarvið sundur aftur, og ongar ábendingar eru um, at tað fer at henda í næstum ella í bræði - um nakrantíð.
Hóast hetta er Runavíkar kommuna av tí áskoðan, at lógarkravið, um at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv, eigur at verða umskipað, soleiðis, at eldraøkið meginregluliga verður lagt til einstøku kommunurnar, kortini við tí undantaksáseting, at til ber at skipa seg í kommunal samstørv, um tvær ella fleiri kommunur ætla og ynskja samstørv av slíkum slagi innanfyri somu landafrøðiligu mørk, sum lógin longu ásetur.