Runavíkar kommuna hevur seinastu dagarnar gjørt fleiri avtalur við arbeiðstakarar um at gera ábøtur á ognir hjá kommununi.
Doktarahúsini á Heiðunum, sum verða nýtt til barnaansing, skulu bæði hava nýtt tak og málast í summar og tær avtalurnar eru komnar upp á pláss nú, boðar Runavíkar kommuna frá.
Takið á ítróttarhøllini á Skála bleiv skift í fjør, men enn restar í at skifta takið á útbygninginum, sum er knýttur í høllina. Nú hevur Runavíkar kommuna gjørt avtalu við sama arbeiðstakara um at taka við, har teir sleptu í fjør og skifta restina av takinum eisini. Hetta arbeiðið verður eisini gjørt í summar.
Tað gløgga eygað hevur møguliga varnast, at vestureftir móti Løkinum hava gamla ítróttarhøllin og nýggja fimleikahøllin Bylgjan ikki sama snið. Nú hevur Runavíkar kommuna tó skrivað undir sáttmála til at fáa vesturendan á ítróttarhøllini dagførdan, so hann fær sama snið sum fimleikahøllin.
Fyrst skal ein teknisk dagføring av múrinum gerast og síðani skal hann klæðast við sama tilfari, sum er nýtt til fimleikahøllina.










