Lendið er tøkt, útgrivið og planerað til tveir nýggjar barnagarðar í Runavíkar kommunu fyri 26-28 miljónir krónur
Í næstum verða tveir nýggir barnagarðar bygdir í Runavíkar kommunu. Hetta gjørdist greitt, tá sáttmáli varð undirskrivaður mikudagin millum Runavíkar kommunu og P/F Búsetur, sum kemur at standa fyri projektering og verkætlanini annars.
Tað er Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur teknað.
Sáttmálin varð undirskrivaður av borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Hans Jacob Lamhauge, øðrumegin og Halli Hansen, verkætlanarleiðara hjá P/F Búsetur, hinumegin.
Barnagarðarnir, sum nú skulu byggjast á Skála og í Søldarfirði, eru eins, og teir verða bygdir eftir nøkulunda somu tekningum, sum barnagarðarnir á Argjum og á Velbastað.
- Lendið er tøkt, útgrivið og planerað bæði á Skála og í Søldarfirði, og sambært ætlanini verða barnagarðarnir tiknir í nýtslu á heysti 2009, sigur Hans Jacob Lamhauge.
Í fyrstu syfti verða báðir barnagarðarnir gjørdir lidnir uttan, og síðan verður helmingurin innrættaður.
- Vit hava í fyrsti syftu ein fíggjarkarm upp á 19-20 miljónir krónur, sum er kostnaðurin av at byggja báðar barnagarðarnar og innrætta helmingin.
Hans Jacob Lamhauge vísir á, at tá komið er har til, at báðir barnagarðarnir standa uppi, og helmingurin er innrættaður, verður støða tikin til, nær restin skal gerast.
- Tær 26-28 miljónir krónurnar er kostnaðurin av samlaðu verkætlanini, tá alt er liðugt, leggur borgarstjórin aftrat.