Rodmundur Nielsen
býráðsformaður
Fyri fýra árum síðani, var undirritaði ein púra óroyndur politikkari ið endaði á ovastu rók í Runavíkar Býráð. Avbjóðingin kendist stór og sera spennandi. Og eg kann siga, dygga og góða samstarvið millum býráðslimirnar hesi fýra árini og stóru avrikini vit náddu við góðum felagsstevi, hava ikki gjørt áhugan fyri kommunupolitikki minni.
Eitt og hvørt býráð byggir á herðunum á teimum, ið frammanundan ráddu fyri borgum. Býráðið, undir leiðslu av Jákup Lam-hauge, er kent fyri sín varna og skynsama fíggjarpolitikk, og vit valdu at halda fram á somu kós. At fara so væl um peningin hjá fólkinum sum møguligt og royna at fáa so nógv burturúr hvørjari skatta-krónu sum gjørligt.
Á vaktarskiftinum fyri fýra árum síðani, var bruttoskuldin hjá kommununi 42 milliónir krónur og í dag er hendan sama skuldin komin niður á 19 milliónir krónur. Harvið er skuldin minkað hesi árini við 23 milliónum krónum. Og svarar tað til minni enn eina hálva álíkning. Tað skal tó nevnast, at komm-unan, umframt hesa skuld, yvirtók eitt lán á 6 milliónir krónur tá ið barnagarðurin, sum var ein sjálvsognar-stovnur, varð lagdur undir kommununa í 2002 .
Samstundis sum skuldin er niðurgoldin, er dynamikkurin øktur. Íløgur eru gjørdar fyri einar hálvthundrað milliónir á havnaløgunum, í barnagarðin, í útstykkingar, í skúlaverkið, í ítróttarfasilitetir o.s.v. Inntøkugrundarlagið er vaksið. Fólkatalið er økt munandi. Sethúsabyggingin er á-haldandi í gongd sum ongantíð fyrr. Skúlakarmarnir eru víðkaðir. m.a. við nýggjum bókasavni. Og samstundis sum vinnukarmarnir eru betraðir, hava vit fingið eitt breiðari vinnulív. Barnaansingin er at kalla fullnøktað og stórir batar eru hendir á sosiala økinum. Ellisheimið verður útbygt og heimið til minnisveik er veruleiki.
Tað verður sagt, at Runa-víkar býur serliga er ein handilsstaður og ein vinnu-staður heldur enn ein veruligur býur. Hugsað verður helst um vantandi trivnað á mentanarøkinum og í møguleikunum hjá ungdóminum sum ikki taka lut í verandi tilboðum. Hesir spurningar hava verið nógv umrøddir hesi seinastu árini og her er alneyðugt at bróta upp úr nýggjum á hesum økinum eisini. Ætlanir eru um bygging av mentanarhúsi og av nýggjari fimleikahøll til fimleikafelagið og møguliga at brúka gomlu Glyvra Bio til ungdómshús hevði helst verði ein tanki.
Eitt mál sum nógv orka hevur verið løgd í, er at víðka kommunala sam-starvið í Eysturoy. Vit sum vald vóru fyri fýra árum síðani, løgdu frá landi bein-anvegin og frá árskiftinum komandi er tað ein veru-leiki, at fýra kommunur í Eysturoy nevniliga Eldu-víkar, Oyndarfjarðar, Skála og Runavíkar Kommuna verða samanlagdar í einari kommunu. Tá búgva áleið 3.700 fólk í nýggju kommununi samansett av 14 bygdun frá sunnast til norðast. Hetta verður størsta avbjóðingin í komandi árum, at fáa ein bygna upp at standa sum nøktar tørvin hjá øllum teimum ið búgva í økinum. Og hartil verður uppgávan, at menna samstarvið. Um so verður, at aðrar kommunur í Eysturoynni hava áhuga at umrøða spurningin um samanlegging, eiga vit at síggja fyrimunir heldur enn vansar, soleiðis at tað í Eystur-oynni um nøkur ár hevur færri kommunur enn í dag. Hetta er av stórum týdn-ingi, skal verandi landspolitikkurin verða fylgdur, sum ber í sær, at alt fleiri mál verða flutt frá lands- til kommunala umsiting.
Avbjóðingarnar verða nógvar tey næstu árini. Norðoyatunnilin verður sprongdur ígjøgnum um eitt ár ella so. Hetta hevur við sær, at eitt verðuligt kraftsentur kemur undan kavið eystanfyri Sundalagið. Avgerðandi verður, at kommunalu politikkarnir her gerða sína skylda soleiðis at vinnuligi drív-megin ótarnað kann halda fram. Eitt annað áhugavert mál er undirsjóvartunnilin millum høvuðsstaðin og Eysturoynna, ein avbjóðing sum skal takast í stórsta álvara longu nú, hettar er neyugt fyri at standa í mótið stóra miðstaðarøkinum sum veksu við risa fetun. Kanningar hava víst, at sunnari parturin av Eysturoynni er tað økið í landinum ið fær fægstar skattakrónur aftur í mun til tað sum verður latið í landshúsarhaldið. Tað er at fegnast um, men skulu okkara hjól mala eins væl komandi árini, má hetta lutfallið frameftir broytast, hettar er ein uppgáva fyri kommu- og landspolittikar í Eysturoy at standa saman um.
Var avbjóðingin stór fyri fýra árum síðani somikið størri er hon frá valinum týsdagin og frameftir. Samstundis sum undirritaði takkar teimum mongu sum stuðlaðu mær tá, skal eg ikki goyma, at hugurin fyri at royna hesa avjóðingina, serliga hana at fáa eina nógv størri kommunu, at virka optimalt, er eins stórur og tí havi eg latið meg stilla upp til hetta valið. Tað skal nú prógvast í verki at avgerðin um stóru broytingarnar var røtt, hjá mær er tó einki ivimál.










