Runavíkar havn í Cannes

Runavíkar havn er umboða í Cannes í hesum døgum. Árliga europeiska cruise-ráðstevnan verður hildin í hesum franska býi í ár. Sigling við ferðamannaskipum er ein skjótt vaksandi vinna, eisini um okkara leiðir, og tað ræður um at liggja á takinum fyri at draga tey til lands, táið tey ferðast kring um norðurhøv kortini.

Á ráðstevnuni eru vitjandi úr 60 londum og roknað verður við, at eini 4-5 túsund fólk úr øllum heiminum koma til Cannes hesar dagarnar. Tað kann tykjast merkisvert, at føroyingar eru so út av lagi illa umboðaðir, táið tað hevur eydnast brøðratjóðunum báðum fyri vestan, at samskipa hvør í sínum lagi fyri allan ferðavinnuídnaðin í londunum báðum.

Íslendingar og grønlendingar hava hvør sín bás á Seatrade Med 2010 ráðstevnuni, sum verður hildin í Cannes í Fraklandi í hesum døgum - um sigling við ferðamannaskipum. Teir umboða øll áhugamálini í hvør sínum landi, m.a. eru átta íslendskar havnir gingnar saman í átakinum, meðan føroyingar als ikki eru umboðaðir, tó við einum vitjandi undantaki - Runavíkar havn, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.