Tørvur er á smærri íbúðum í Runavíkar kommunu til eldri og yngri fólk, sum ikki hava hug, ráð ella orku at sita í stórum og dýrum húsum.
Tað heldur býráðsformaðurin í Runavíkar Kommunu, Jákup Lamhauge, nú býráðsumsitingin umhugsar at byggja smærri íbúðir í kommununi.
Privat byggja
Tað verður kortini ikki Runavíkar býrað, sum fer at byggja og selja íbúðir til býarbørnini.
Gerst ætlanin veruleiki verður kommunar lutur avmarkaður til at útvega byggiøki og gera tað byggibúgvið, sigur Jákup Lamhauge. Síðani kunnu onnur byggja og selja borgarunum íbúðirnar. Eitt økið er til taks omanfyri Ellis- og Røktarheimið í Runavík, sum hevði hóskað væl til endamálið, sigur býráðsformaðurin.
Jákup Lamhauge kundi hugsað sær, at byrjað varð í smáum. Í fyrsta umfari kundu verið bygdar einar 6-8 íbúðir á einar 70 fermetrar. Vísir tað seg, at áhugi er fyri fleiri íbúðum, ber til at byggja fleiri afturat, sigur hann.
Nógv einsamøll
Eldraárið í fjør kom fram, at nógvar einkjur, einkjumenn og onnur støk, sum sita í ov stórum húsum, eru í Runavíkar Kommunu. Hildið varð, at kommunan átti at virka fyri, at hesi fólk kundu fáa eina hóskandi íbúð ístaðin. Samstundis hevur onkur byggiharri vent sær til kommuna og sýnt áhuga fyri at byggja íbúðir.
Fyribils er talan um tankar, sum býráðsumsitingin hevur arbeitt við á tekniborðinum. Men hugskotið er tiltalandi, sigur býráðsformaðurin, og tekur sína egnu støðu sum eitt dømi:
-Vit sita tveyeini í húsum, ið eru tilsamans 200 fermetrar til víddar. Børnini eru farin heimanífrá, so tað er púra óneyðugt við so nógvum plássi, sigur Jákup Lamhauge.
Ætlanin er kortini ikki at marka íbúðirnar til nakran ávísan aldursbólk. Eisini ungfólk skulu hava møguleikan at keypa sær eina íbúð áðrenn tey fáa børn og fara at byggja sær eini hús, heldur býráðsformaðurin.