Runavík skal hava ein svimjihyl

Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, heldur, at tað er skomm fyri Runavík, at kommunan ikki hevur ein svimjihyl at bjóða børnunum

Tað er skomm, at Runavík, sum triðstørsta kommunan í landinum, ikki hevur ein svimjihyl.
Tað heldur Jon Hestoy, sum er formaður í Svimjisambandinum.
Hansara greiða sannføring er, at tað er ein stórur trupulleiki, at kommunan ikki hevur nøktandi tilboð at læra børnunum at svimja.
Hann vísir á, at tað kann vera ein spurningur um lív og deyða, um tú ikki dugir at lívbjarga tær á sjónum.
- Hagtølini staðfesta eisini væl og virðiliga, at børn, sum hava lætta atgongd til ein svimjihyl, duga munandi betri at svimja enn børn, sum hava langan tein til ein svimjihyl. Tað er ikki nøktandi, at Runavík kann bjóða hesa tænastuna, sigur Jon Hestoy við Rás2.

Borgarstjórin skilir
Magnus Rasmussen er borgarstjóri í Runavík.
Hann sigur, at Runavíkar kommuna hevur frálíkt samstarv við Nes kommunu um, at skúlabørnini upp til fjórða flokk sleppa at svimja hjá teimum. Men aftaná eru eingin tilboð.
Hann skilir atfinningarnar hjá Jon Hestoy.
- Tað er sjálvsagt ein trupulleiki, at børnini ikki kunnu svimja í kommununi, viðgongur Magnus Rasmussen.
Borgarstjórin sigur, at tað hevur prátað um ein svimjihyl í fleiri ár.
Men ein svimjihylur verður ikki reistur í Runavík í bræði.
- Tað er fíggjarliga orkan ikki til, staðfestir Magnus Rasmussen.

Svimjisambandið hjálpir ikki
Jon Hestoy veit væl, at tað er ikki ein avgreiðsluspurningur at byggja ein svimjihyl.
Hann heldur framvegis, at Runavíkar kommuna skuldi loyst trupulleikan fyri fleiri árum síðan.
Svimjisambandið hevur ongan møguleika at stuðla slíkari verkætlan.
- Vit eiga ongar pengar, so Runavík noyðist at fíggja svimjihylin við lokalum ella almennum pengum, sigur Jon Hestoy.
Hann leggur afturat, at tað hevði sjálvsagt havt týdning fyri føroyska svimjing, um triðstørsta kommunan í landinum hevði eina svimjihyl.
Men tað týdningarmesta er, at børnini læra at svimja fyri at kunna bjarga sær á sjónum, sigur hann.