Runavík og Toftir samstarva um breytir

Runavíkar og Tofta skúli hava í nøkur á samstarvað um breytirnar í 10. flokki. Køksbreytin og handverkarabreytin hava hetta skúlaárið hildið til á Toftum

Fríggjadagin var seinasti regluligi undirvísingardagur í skúlaárinum. Køksbreytin hevði valt at gera nakað serligt burturúr, og bjóðaði Gutta Winther, kok, at vera saman við teimum.
Handverkaranæmingarnir vórðu eisini bjóðaðir við til døgurðan.

Borðreitt var við feskum laksi frá Bakkafrost – bæði til forrætt og høvuðsrætt. Forrætturin vóru tunnar keks við laksi, sitrónsaft og mayonnaise og høvuðsrætturin var laksur, eplamorl, sýrur og veljast kundi millum fýra ymisk sløg av mayonnaise.

Næmingarnir gjørdu alt sjálvir, við kønari ráðgeving frá Gutta Winther, sjónvarpskokki. Gutti helt fyri, at næmingarnir vóru sera hugagóðir og arbeiðssamir og dugdu væl at arbeiða saman, skrivar Nes kommuna á teirra heimasíðu.

Lærarin, Hanna Heinesen, og námsfrøðingurin, Harry Knudsen, høvdu ábyrgdina av undirvísingini í køksbreytini, og tey vóru sera væl nøgd við dagin, skrivar Nes kommuna.