Í Runavík eru tey nú eitt fet nærri at fáa svimjihøll, eftir at eitt einmælt býráð í gjár tók undir við at geva borgarstjóranum og umsitingini heimild at fara í samráðing við BBP Arkitektar at fáa í lag avtalu um at neyvætla eina svimjihøll í Runavík.
Runavíkar býráð skrivaði í 2016 út arkitektakapping, og tað gjørdist BBP Arkitektar, ið áttu vinnarauppskotið. BBP Arkitektar teknaði eisini ítróttarhøllina Bylgjuna, ið liggur við Løkin.
- Væntandi tekur tað eitt ár at røkka hesum málinum. Tá er svimjihallarmálið búgvið at bjóða út, og veldst alt tá um politiska viljan at fremja málið, sum er komið og farið um býráðsgáttina, frá tíð til aðra, í meiri enn hálvthundrað ár, skrivar Runavíkar kommuna.
Les eisini: Svimjihøllin verður eitt stig nærri veruleika











