Runavík fær frægastu svimjihøll í landinum

Við 25 metra hyli og átta geilum verður nýggja svimjihøllin í Runavík kanska tann besta í landinum, sigur borgarstjórin

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur við Skúlablaðið, at nýggja svimjihøllin í Runavík nú av álvara nærkast. Ein arkitektakapping verður útskrivað í næstum og vónandi ber til at skriva undir ein sáttmála við ein byggiharra um ársskiftið.

 

Svimjihøllin skal byggjast á ítróttarøkinum við Løkin, við síðuna av skúlanum við Løkin, fimleikahøllini, ítróttarhøllini og fótbóltsvøllinum. Hylurin verður 25 metrar langur við átta geilum, so hann verður millum fremstu hyljarnar í landinum.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur við Skúlablaðið, at eftir hansara tykki er tað alneyðugt, at skúlabørnini hava møguleika at læra seg at svimja. Kanninginar hava víst, at skúlabørnini í Runavíkar kommunu er nógv ringast fyri, tá tað kemur til svimjiførleikar. Tí er ferð sett á at byggja nýggjan svimjihyl og av somu orsøk verður svimjihylurin í ellisheiminum í Runavík, sum hevur verið afturlatin síðani 2008, latin upp aftur næsta ár.

 

Les meiri í Skúlablaðnum.