Umleið á midnátt var klárt at koyra norðuryvir og inn á Nes í Eysturoynni. Veðrið var frálíkt, og sera vakurt at koyra gjøgnum bygdirnar á vegnum norðureftir. Í flestu bygdum lýstu gøtuljósini so vakurt og í einstøkum húsum var ljóst.
Komin til bygdina Undir Gøtueiði lýstu gøtuljósini eisini, men mitt í bygdini, har sum Skipanes byrjar gjørdist bølamyrkt. Hugdi yvirum fjørðin: Á Skála var bølamyrkt men á Strondum lýstu gøtuljósini so lystiliga. Eg koyri víðari gjøgnum Søldarfjørð, myrkt. Komin út á Lambareiðið, myrkt. Á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík er sama skilið: Myrkt. Men so skjótt eg komi út í Rókina, har Saltnes byrjar lýsa gøtuljósini aftur, og tað gjørdu tey eisini á Toftum og úti á Nesi.
Ikki sørt vandaleyst hugsaði eg, tí fleiri gonguteigar eru tvørturum nógv »trafikeraða« vegin gjøgnum Runavíkina.
Eitt sindur løgið eisini, at størsta kommuna í Eysturoynni ikki skal hava ráð at hava gøtuljósini tendrað, tá grannakommununar hava tey tendrað. Kommunan sum helst meir enn nøkur onnur kommuna í oynni ynskir alla oynna skipaða sum eina kommunu, har Runavík kommuna er størsta eindin.
Eg vil vóna, at býráðið í Runavík tekur hetta upp, setir trygdina í hásæti og hevur gøtuljósini tendrað alt árið. Tað er ikki nøkur stór eykaútreiðsla, tí gøtuljósini eru stýrd av fotocellum, og um summarið eru tað heilt fáir tímar talan er um.