Runa og sement skulu tetta lekan

Í dag fer British Petroleum at gera enn eina roynd at tetta lekan á botni í Meksikoflógvanum, og hesaferð roknar felagið við einum úrsliti. Fleiri skip lieegja klár á leiðini við fullari last av mold og runu, og við hjálp frá einari sterkari pumpu og longum slangum skal tilfarið leggjast oman á staðið, har lekin er. Pumpumotorurin, sum hevur 30.000 hestakreftir, kann pumpa upp ímóti 8.000 litrum av runu um minuttin.

Eydnast tað at fáa rununa at leggja seg oman á lekan, er ætlanin at hella nógv sement omaná.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at oljulekar verða tettir á hendan hátt, men hesin hátturin er ongantíð royndur á so djúpum vatni fyrr. Lekin í Meksikoflógvanum er á 1.500 metra dýpi, og tað hevur gjørt tað torført at tetta hann.