Rumenski venjarin verður sendur heim

Rumenska fótbóltssambandið hevur mist álitið á venjaran Victor Piturca, og nú skulu partarnir gera semju um, hvussu samstarvið teirra millum skal enda.

 

Rumenia er í HM-bólki saman við Føroyum, og úrslitini hjá Rumenia hava ikki verið av teimum bestu. Tað kostar nú eftir øllum at døma venjaranum starvið.

 

- Eg havi biðið nevndina taka upp samráðingar við venjaran, so at partarnir kunnu gera eina semju um, at samstarvið endar nú, sigur Mircea Sandu, forseti í rumenska fótbóltssambandinum, við Reuters.

 

Rumenia hevur tapt seinastu tveir HM-dystirna og er nú á fimta plássi í bólkinum.