Tað stendur nógv á rumenska fótbóltslandsliðnum, sum nú riggar til at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli klokkan 17 ídag.
Norðurírland hevur við 20 stigum vunnið bólkin og harvið kvalifiserað seg í EM endaspælið, sum næsta summar verður í Fraklandi. Stóri spurningurin er, hvør fer at vinna næstfremsta plássið og harvið fer – saman við Norðurírlandi - beinleiðis at kvalifisera seg í endaspælið.
Undan tíggjunda og síðsta umfari hevur Norðurírland 20 stig, Rumenia hevur 17 stig, Ungarn hevur 16 stig, Finnland hevur 11 stig, Føroyar hava 6 stig, og Grikkaland hevur 3 stig.
Klokkan 17 í dag verður punktum sett fyri hesa EM undankappingina, og tá sær skráin soleiðis út í undankappingarbólki F: Føroyar-Rumenia, Finnland-Norðurírland og Grikkaland-Ungarn.
Føroyar eru betri enn Grikkaland í innanhýsis uppgerðunum. Tí er tað longu greitt, at Grikkaland verður aftast, og at Føroyar enda á fimta plássi.
Kappingin um næstfremsta plássið stendur millum Rumenia og Ungarn. Tann, sum í dag dumpar í hesi kappingini, fær nýggjan møguleika seinni í heyst, tá ið tað eftir lutakast vera finaludystir millum tey triði bestu.
Ungarn er betri í innanhýsis uppgerðunum millum hesi bæði liðini. Innanhýsis uppgerðini í Budapest endaði 0-0, meðan tað endaði 1-1, tá ið Rumenia átti heimavøll í Bukarest.
Fýra teir seinastu dystirnir hjá Rumenia eru endaðir við javnleiki. Fyrsti tríggjar ferðir málleysir javnleikir – Norðurírlandi á útivølli, ímóti Ungarn á útivølli og ímóti Grikkalandi á heimavølli, og síðani 1-1 á heimavølli ímóti Finnlandi.