Fyrrverandi rumenski landsliðsvenjarin, Victor Piturca fekk sekkjin tann 9. apríl, tí Rumenia ikki fekk nóg nøktandi úrslit í HM-undankappingini. Einasti sigurin var 1-0 sigurin ímóti Føroyum á Tórsvølli.
Avloysarin er funnin, og er talan um tann 40 ára gamla Razvan Lucescu. Lucescu hevur verið venjari hjá felagnum, Brasov í nógv ár. Lucescu hevur skrivað undir ein 2 1/2 ára sáttmála. Rumenia liggur næstniðast í HM-undankappingarbólkinum við bert fýra stigum fyri fimm dystir. Niðast eru Føroyar við einum stigi.










