Av liðunum, sum eru í undankappingarbólki saman við Føroyum stóð Litava seg best í vinardystunum í kvøld. Litava tók á heimavølli ímóti Moldova, og gjørdist talan um ein tryggan 3-0 sigur. Robertas Poskus skeyt tey bæði fyrstu málini fyri Litava, Tomas Danilevilius staðfesti sigurin. Rumenia vann ein tepran 1-0 sigur á Lettlandi. Sigursmálið fall stutt aftaná steðgin. Nicolae Dica skeyt rumenska málið. Frakland spældi á útivølli ímóti Svøríki, og vunnu fraklendingar 3-2, aftaná javnleik 1-1 í hálvleikinum. Henke Larsson legði Svøríki á odda longu eftir 5 minuttirs spæl. Tá 19 minuttir vóru farnir javnaði Karim Benzema fyri Frakland. Í 61. og 78. minutti skoraði Sidney Govou tvey mál fyri Frakland. Stutt áðrenn leiklok minkaði Kim Källström um munin til endaliga úrslitið, 2-3 til Frakland.