Rumenia búgvið til Schengen

Rumenia hevur biðið um at sleppa upp í Schengen-samstarvið, men Finnland og Niðurlond hava sagt nei, tí eftir teirra tykki lýkur landið ikki treytirnar.

Men í dag fekk Rumenia ein sterkan stuðul, tá formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, segði, at Rumenia hevur uppfylt øll krøv og er búgvið til at koma upp í Schengen. Tað segði Barroso, eftir at hann hevði havt fund við rumenska forsetan,Traian B?sescu.

Evropatingið samtykti í dag at seta eina nevnd at gera uppskot um, hvussu arbeiðið at forða skipaðum brotsmannavirksemi yvir um landamørk kann betrast.