Rumeni til HB

Gongst eftir ætlan, fer eldra havnarfelagið at styrkja um hópin við útlendskum leikara

Tá HB venjarin, Ion Geolgau í komandi viku kemur aftur til Føroya, hevur hann ætlandi eisini ein landsmann við.

Talan er um ein rumenskan álopsleikara, sum, um alt gongst eftir ætlan, skal leika við HB í kappingarárinum, sum nú stendur fyri durum.

Gunnar Mohr, formaður í HB, sigur við Sosialin, at felagið enn ikki hevur gjørt sáttmála við leikaran. Orsøkin til hetta er, at teir vilja síggja, hvat leikarin stendur fyri, áðrenn nakar sáttmáli verður skrivaður.


Mist nógv

HB er annars eitt av teimum feløgum, sum seinastu tíðina hevur mist ein stóran part av leikarahópinum.

Sammett við hópin, sum fyrraárið vann felagnum FM-heitið og Løgmanssteypin, eru einir 10 leikarar, sum ikki eru at síggja í fremstu røð longur, og sum vera man er hetta ein frágongd, sum merkist í avrikunum.

Seinasta ár endaði liðið á fjórða plássi í landskappingini, og hetta er í hvussu so er ikki nakað, sum hóvar áskoðarunum hjá sigursvanda felagnum.

Higartil hevur eisini verið sera smátt við tilgongd av leikarum, og boðini frá leiðsluni hava eisini verið, at nú skal í nógv størri mun satsast upp á yngru leikararnar í felagnum.