Tað man ikki vera nøkur loyna, at StÍF hevur havt stóra gleði av hondbóltsevnunum hjá leikandi venjaranum seinastu árini, Jónleif Sólsker.
Ofta verður tikið til, at tað er ikki meira enn næstbest, tá venjarin samstundis er leikari, men hetta tykist ikki vera støðan á Strondum. Í øllum førum hevur leiðslan í felagnum gjørt av, at komandi ár skal venjarin vera spælandi hjá bæði monnum og kvinnum.
Ileana var fyrst
Søgan um rumensku leikararnar byrjaði eftir kappingarlok í vár. Ileana Manolescu, sum í fjør spældi við kvinnuliðinum hjá Neistanum, setti seg tá í samband við StÍF. Tingast varð nakað millum partarnar, og at enda var semja um, at Ileana komandið árið skal verða leikandi venjari hjá StÍF, umframt at hon eisini tekur sær av venjingini hjá øllum yngru kvinnuliðunum.
Harumframt hevur Ileana, meðan hon var heima í summarfrí, havt samband við aðrar rumenskar leikarar, og eisini her hevur úrslit spurst burturúr.
Í summar søkti StÍF Hondbóltssambandið um, at besta kvinnudeildin varð víðkað upp í átta lið. Sum kunnugt gekk hetta ikki, og formaðurin í StÍF. Andrass Danielsen, sigur eisini, at avgerðin hjá HSF er væl skiljandi. StÍF hevði tó fyrireikað seg til eina møguliga víðkan, og tí varð avtala gjørd við enn eina rumenska kvinnu, Alina Maria Olanu, um at eisini hon skal spæla við kvinnuliðnum komandi ár. Hóast HSF avgerðin gekk ímóti ynskinum frá StÍF, er henda avtala framvegis galdandi, og hevur kninnuliðið hjá StÍF sostatt tveir rumenskar leikarar komandi árið.
Einki er tí at ivast í, at sum støðan er í løtuni, er liðið greiður favorittur til at vinna dystin um uppflytan til bestu deildina.
Eisini hjá monnum
Áðrenn Ileana fór heim í summarfrí, varð eisini heitt á hana um at kanna møguleikarnar fyri einum spælandi venjara til mansdeildina, og eisini hetta hevur eydnast henni.
Komandi árið skal Costin Dumitrescu taka sær av besta mansliðnum, og eins og Ileana skal hann samstundis hava ábyrgdina av venjingini hjá øllum yngru mans- og dreingjaliðum.
Leikarahópurin, sum hann hevur afturat sær, er eitt sindur broyttur í mun til undanfarna ár. John Petersen fór í ár til Íslands at spæla fótbólt, men um veturin hevur hann frí frá hesum, og so er spurningurin, um hann kortini fær spælt hondbólt við strandingum.
Sveinbjørn Poulsen verður allar helst ikki at síggja aftur í fremstu hondbóltsrøðini, eftir at hann í mong ár hevur verið StÍF ein hollur stuðul, og so er eisini ivasamt, hvussu verður við hondbóltinum hjá Paula Hansen, sum framvegis dregist við ein gamlan skaða í økslini.
Strandingar hava tó nógv ungt og evnaríkt fólk, og við væntaða styrkinum frá nýggja leikaranum, er einki at ivast í, at liðið eisini komandi kappingarárið fer at teljast millum tey fremstu í landinum.