landsdystur
Eftir at landsliðsarbeiðið í hondbólti hevur verið í dvala síðani seinast í áttatiárunum, hava vit nú aftur fingið flaggskipið upp at standa, og einki er at taka seg aftur í, at hetta er harðliga tiltrongt hjá bæði leikarum og áskoðarum.
Kvinnurnar hava longu fingið sín elddóp, og hóast hesin varð samansettur av tveimum tapum móti Svøríki, so sýndu okkara í løtum, at tilfarið at byggja víðari á so avgjørt er til staðar.
Nú verður verri
Menninir hava longu leikt fyrstu dystir sínar, men hóast hesin elddópurin eisini var væl eydnaður, so kemur fyrsta veruliga styrkisroyndin ikki fyrr enn nú, tá teir trý vikuskifti á rað skulu royna seg móti hondbóltstjóðum, sum á pappírinum eru væl sterkari enn okkara lið. Rumenia, Sveis og Litava tykjast í øllum førum sterkari enn Grønland, hóast grønlendingar nú fyri fyrstu ferð skulu royna seg í HM-endaspæli.
Fyrsta mótstøðuliðið av hesum verður sum kunnugt Rumenia. Vanliga teljast eystureuropeisk lið millum tey sterkastu í heiminum, og hóast rumenia nú er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, so er einki at ivast í, at talan er um eitt sera sterkt lið.
Rumenia hevur í fleiri ár talst millum heimsins sterkastu tjóðir, tá yngru landsliðini hava roynt seg, og tað eru í stóran mun leikarar frá hesum liðum, sum nú manna rumenska liðið.
Sterkt lið
Tá tað ræður um at finna upplýsingar um eystureuropeisk lið, er ofta ein trupulleiki at fáa fatur á røttu persónunum, og í so máta er rumenska liðið einki undantak. Hinvegin eru vit føroyingar júst í hesum føri somikið hepnir, at vit í nøkur ár hava havt eitt rumenskt hondbóltspar í landinum, og vit hava eisini sett okkum í samband við hesi, fyri at vita, hvønn kunnleika tey hava til rumenska landsliðið.
Talan er sjálvandi um Daniel og Ioana Rápa, sum hava búleikast í Vestmanna seinasta árið. Umframt at hava verið virkin innan VÍF, hava tey eisini arbeitt innan hondbóltssambandið, har Daniel er hjálparvenjari á landsliðnum.
Um rumenska liðið sigur Daniel, at hetta er eitt lið við eyðkendu eystureuropeisku dygdunum.
Víðari sigur hann, at talan er um eitt lutfalsliga nýtt lið, men at talan kortini er um leikarar við nógvum royndum.
- Allir spælararnir spæla so í bestu rumensku deildini, og felags fyri fleiri er, at teir spæla við Steua Bucharest, sum verður mett sum sterkasta liðið í kappingini har, sigur Daniel.
Sjálvur hevur Daniel spælt saman við onkrum av spælarunum í fleiri ár, og tí kennir hann eisini eitt sindur til einstøku leikararnar. Um hesar sigur hann, at tikið yvir ein kamb, er talan um eitt sterkt lið.
- Teir hava góðar og skotsterkar bakkar, sterkan strikuspælara og nakrar skjótar vongspælarar, so talan verður í øllum førum um eina trupla uppgávu.
Gera sítt besta
Tá vit síðani tosa um, hvørji mál føroyingar skulu seta sær, ella hvat áskoðararnir skulu vænta sær av liðnum, er Daniel tó ikki so hugaður at seta sær nakað ávíst mið.
- Fara vit út við tí hugburðinum, at munurin millum liðini er so og so stórur, so er einki at ivast í, at vit tapa stórt.
- Heldur eiga vit at fara út við tí fyri eyga at gera okkara besta. Í útgangsstøði er møguleikin í einum landsdysti 50/50, og so er at fara út at gera sítt besta, er einasta viðmerkingin, sum Daniel hevði til hendan seinasta spurningin.
Rumenski hópurin kemur annars til landið í dag, og framgongur hesin aðra staðni á síðuni.
Føroyski hópurin er enn ikki endaliga úttikin. Tá vit mikumorgunin tosaðu við landsliðsvenjaran, Palla Joensen, var enn okkurt einstakt ivamál, men mikukvøldið roknaði hann við, at alt skuldi verið klárt í so máta.










