Fýra rúmdarmenn eru nú komnir aftur á jørðina eftir at hava verið á altjóða rúmdarstøðini ISS í eitt hálvt ár.
Teir eru lendir út fyri Florida.
NASA veit at siga, at tveir av rúmdarmonnunum eru úr USA, ein úr Russlandi, og ein er úr Sameidu Arabisku Emiratunum.
- Teir lendu trygt út fyri strondini í Florida, eftir at vera farnir av altjóða rúmdarstøðini við rúmdarfarinum, Dragon Endeavour.
NASA sigur, at ferðin aftur á jørðina tók 17 tímar.
Eftir á altjóða rúmdarstøðini ISS eru nú sjey fólk, harav fýra komu á støðina hin 27. august í ár.
- Rúmdarmenninir, sum nú eru aftur á jørðini, hava sagt, at teimum longdist eftir heitari brúsu, heitum kaffi og havluft, skrivar APnews.











