Rumbulsmál klovið tveir flokkar og eina samgongu

Týsdagin fer løgtingið at viðgera størsta politiska rumbulsmálið nakrantíð.

 

Á tingfundinum klokkan 10 týsmorgunin verður »Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini« á skránni í løgtinginum.

 

Hetta er mál, sum tær fýra løgtingskvinnurnar, Sonja Jógvansdóttir, Kristianna Winther Poulsen, Hanna Jensen og Bjørt Samuelsen hava lagt fyri tingið.

 

Í stuttum snýr málið seg um, at tvey fólk av sama kyni skulu kunna giftast borgarliga – men ikki í fólkakirkjuni.

 

Tað áhugaverda við hesum lítla málið er, at tað hevur fylt nógv í føroyskum politikki. Tí tað hevur klovið tveir politiskar flokkar í Føroyum – fyrst Tjóðveldi og síðani Javnaðarflokkinum.

 

Fyrsti farvegur av slíkum málið sást í 1988, tá eitt meinaleyst ríkislógartilmæli varð sent úr landsstýrinum niðan í tingið. Tað snúði seg um at broyta grein 266b í revslógini soleiðis, at greinin bann fyri at gera mun á fólki eisini skuldi fevna um »kynsliga orientering«. Ella við øðrum orðum, at tað skuldi verða ólógligt at happa fólk, tí tey vóru samkynd.

 

Kristiligi Fólkaflokkurin, sum var í samgongu við Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin blásti hetta málið stórt upp. Endin var, at samgongan slitnaði. Tá málið kom til atkvøðugreiðslu í løgtinginum var bara ein atkvøða fyri, tann hjá Karini Kjølbro úr Tjóðveldinum – sum var einasta kvinna á tingi tá.

 

Málið var aftur fyri á tingi í fyri um 10 árum síðani, tá tvey fólk úr Tjóðveldisflokkionum løgdu málið fram. Tá førdi tað við sær, at Karsten Hansen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, meldaði seg úr flokkinum sum mótmæli og meldaði seg upp í Miðflokkin.

 

Og nú aftan á hetta løgtingsvalið hevur sama mál eisini klovið Javnaðarflokkin. Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, tí at flokkurin sambært henni ikki vildið fremja málið, og tí at onkur í flokkinum hevði sagt okkurt, sum hon ikki vil siga, hvat var.

 

Tí eru tað nú fýra tingkvinnur, ein úr hvørjum av samgonguflokkum og so uttanflokkakvinnan Sonja Jógvansdóttir, sum hava lagt málið fram. Av somu orsøk er málið hvørki kjølfest í samgongu ella í andstøðu. Men hildið verður, at fleiri tingfólk eru fyri enn ímóti at samtykkja málið hesaferð – og at so at siga øll í samgonguni og nøkur frá úr andstøðuni kunnu samtykkja málið.

 

Málið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

logting.fo/casenormal/view.gebs