Fýra av fimm nevndarlimum í Unga Sambandinum eru farin frá. Arne Debes Winthereig vil bara vátta, at hann hevur lagt formanssessin frá sær. Annars hevur hann onga viðmerking.
Eingin av nevndarlimunum, sum Rás2 hevur prátað við, vil greiða frá orsøkini júst nú. Men Rás2 veit, at tað er millum annað vegna vantandi stuðul frá móðurflokkinum.
Tað verður kallað inn til aðalfund í næstum.