Fyrr í dag boðaði AC Horsens frá, at teir velja at loysa føroyska miðverjuleikaran, Sonna Ragnar Nattestad, úr leigusáttmálanum og lata hann aftur til FC Midtjylland. AC Horsens hevði møguleika at hava Sonna Ragnar í hópinum til í summar, men hesum tilboðnum tóku teir ikki av.
- Avgerðin um Sonna Nattestad hevur fleiri orsøkir. Tað er eitt val bæði av ítróttarligum og figgjarligum ávum. Vit byrja eitt vár við einans 15 dystum, og vit vilja heldur dúva upp á okkara egnu leikarar so sum Morten Rasmussen heldur enn at menna ein spælara fyri eitt annað felag. Vit fáa Sebastien Ibeagha aftur frá FC Fredericia, so vit fara ikki at mangla verjuleikarar. Tvørturímóti, sigur venjarin, Bo Henriksen við Horsens Folkablad.
Tað tykist tó púra greitt, at tað eisini eru aðrar orsøkir til, at AC Horsens letur hann fara. Seinasta dyst undan vetrarsteðginum, sum var ein heimadystur ímóti HB Køge, var Sonni Ragnar ikki við í hópinum. Hann hevði verið darvaður av skaða, men nakrar dagar frammanundan kom fram, at hann aftur var klárur at spæla.
Tað vakti tískil undran og skapti eitt sindur av rumbli, at hann ikki var við, og í Horsens Folkeblad dagin eftir varð ein stubbi skrivaður undir yvirskriftini “Mystik omkring Nattestad”. Í greinini var stutt samrøða við venjaran, sum segði, at Sonni Ragnar hevði givið avboð, og at hann annars ikki hevði fleiri viðmerkingar.
Í dag sigur Horsens Folkeblad seg vita, at venjarin, Bo Henriksen, var alt annað enn fegin um avboð hansara til henda seinasta heimadystin í vetur, sum AC Horsens heldur óvæntað tapti 1-2 ímóti HB Køge.










