Símun A. Klein
Hugstoytt er at uppliva hvussu lítið skil er á landsins sokallaða leiðandi fólki. Og tó hevur hetta óskilið staðið á í so mong ár eftirhondini. Upp undir seinasta fólkatingsval bleiv formaður sambandsfloksins spurdur um hvussu danska grundlógin eitur, men hann visti hetta ikki. Gangi út frá í dag, at nú kennir hann so rætta svarið, hóast ringt er at koma sær undan skommini. Hevði hann so verið spurdur, um nú danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, so hevði hann ivaleyst svarað játtandi beinanvegin, men neyvan kunnað forsvara sína trúarjáttan!
Einaferð vóru tað tveir fullveldiskongar ið settu kós móti einum sjálvstýri við egnari grundlóg, men báðir endaðu teir á knøunum tilbiðjandi donsku grundlógina og svóru henni hildareið og trygdareið, og at teir vilja trúfast halda hesa grundlóg »i tykt og tyndt«?
Milliónir av krónum vóru brúktar til at seta í verk at smíða eina føroyska grundlóg, fyri ikki at tala um enn fleiri milliónir krónur ið vóru avsettar til at seta nevndir í samband við grundlógarverkið, og síðani nevnd at kanna nevndir o.s.frv., men øll tekin eru fyri, at allur hesin peningur hevði munað væl betur, um hann var latin fátækum.
Annars hevur løgmaður boðað frá, at Føroyar skulu gerast ein av heimsins fremstu Tjóðum innan ár 2015!??? Jaja, vegurin hartil er sera drúgvur, tí sum er, so liggur Føroya status á lægri støði enn sum ein donsk kommuna hóast Føroyar tó (av dønum) vera roknaðir fyir at vera sum ein donsk kommuna hóast vanligi borgarin fær verri sømdir enn ein vanligur borgari í eini ektaðari danskari kommunu. Men fyri at røkka áðurnevnda máli, mugu føroyingar tí fyrst náa málinum: »Ein av fremstu kommunum í Danmark«. Øllum kunnugt vil løg-maður jú helst hava eitt víðkað sjálvstýri innan danskar karmar ella sum danska grunlógin eisini sigur: »Kommunerners ret til ? under statens tilsyn ? selvstændigt at styre deres anliggender, ordnes ved lov!« § 82 i Danmarks Riges Grundlov af 5. juni 1953. til tess at náa málinum og gerast ein av heimsins fremstu tjóðum, mugu føroyingar fyrst uttanífrá viðurkennast sum ein tjóð! Harnæst mugu sambandsflokkarnir umvendast til loysingarflokkar, men seinast eg visti, so var javnaðarflokkurin ein avgjørdur sambandsflokkur, og fólkaflokkurin, ið annars segði seg vera loysingarflokkur, virkar sum nú er sum ein sambandsflokkur og hvar fyrrverandi løgmaður hjá fólkaflokkinum annars fyri tíðina liggur á knøunum fyri donsku grundlógini, so at longu nú áttu vit at sæð og hoyrt nógv brimdun frá flokkunum vegna áðurnevndu himmalhøgu visión, men enn frættist bert um kavarok á tingið hvarí tinglimirnir skjóta við skørpum eftir hvørjum øðrum.
Men eitt er at hava dreymar og sjónir, men hvør er núverandi støða Føroya í samband við Danmark??? Skal 10 ára dreymurin hjá løgmanni praktiserast í veruleikanum, mugu føroyingar fyrst kenna sína núverandi støðu í heimssamfelagnum?
Í samband við seinastu útgávu av donsku grundlógini, úttalaðu 2 av kendastu professarum í Danmark ? við titlum so sum Dr. Jur. & Phil ? seg um føroysku heimastýrisskipanina undir § 82 í donsku grundlógini eftir boði frá statsministara Erik Eriksen: »En grundlovsændring vedrørende Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge av loven om Færøernes hjemmestyre. Denne lov er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning!«
Av tí sama bleiv áðurnevnda kanning av professarunum bókað í statsrættarligum høpi á henda hátt: »Det færøske hjemmestyre må retligt karakteriseres som et (dansk) kommunalt selvstyre af usædvanligt vidtgående omfang (samsvarende §82 i den danske grundlov). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etablere tilsvarende ordninger for Amager eller Tåsinge«.
Hesir professarar siga einki minni enn tað, at Føroyar eru at rokna sum ein donsk kommuna við »usædvanligt vidtgående omfang«.
Um nú løgmaður og hansara viðhaldsfólk góðtaka hesa áðurnevndu støðu Føroya, so krevur 10 ára hugsjónin bjarta hjá løgmanni minst 10 x 10 ár at náa risahøga tjóðskaparmálið!
Oyggjatíðindi spurdi løgmann á einum óformellum fundi herfyri í Tinganesi ? viðvíkjandi spurninginum um, at danir høvdu upplýst ST um, at føroyingar ikki høvdu tanka um sjálvstýri og at føroyingar kendu seg sum danir og ikki sum føroyingar og harvið sum eitt fólk ? um løgmaður ætlaði, at hesir upplýsingar til ST bara skuldu verða standandi, og um hann ikki fór at krevja teir rættaðar?
Løgmaður helt, at hetta var ein góður spurningur hjá blaðstjóranum á Oyggjatíðindi at spyrja Per Stig Møller (danska uttanríkismálaráðharran) um, tá hesin seinni í ár kemur á almenna vitjan? ? Eitt vanærandi svar fyri ein løgmann og vanvirðandi fyri spyrjaran ella vantandi virðing fyri spyrjaran!
Ein kann undrast yvir, at so at siga øll av landsins fólkavaldu, ikki hava nakrar sum helst fortreytir, lærdómar ella royndir vm. at vera á teim postum, ið teir so manniliga royna at verja um. Núverandi løgmaður hevur bakgrund sum skúlalærari, fiskaríministarin somuleiðis og hartil bóndi. Fyrrverandi fiskaríministarin hevði bakgrund sum kriminalpolitistur og í Mentamálaráðnum við núverandi sum undanfarnu ráðharrum sýnast tey ikki at hava hegni til at loysa trupulleikar, men heldur skapa nýggjar trupulleikar og hartil gølur av ymsum slagi, tak nú bert eitt dømi hesa seinastu tíðina í Sandoynni o.s.fr. Haraftrat valdar trykkjuskapur, svik og kynsligur ágangur v.m. sambært miðlunum eisini innan tingsins gátt o.m.a. er, ið ikki hoyrir heima innan tingsins gátt. Um so er, at hesir persónar eru fólkavaldir, so merkir hetta ikki tað sama sum, at teir eru egnaðir at vera har, sum teir nú einaferð eru.
Meir enn 50 bý- og bygdaráðslimir hava fyri kortum verið á marglætistúri í Danmark í eina viku. Kostnaðurin var ikki minni enn 10.000 kr. pr. luttakara ella íalt góðar 500.000,- kr. eisini kallað fyri ein góð hálv millión kr. Einstaklingar við barni mugu klára seg við væl minni um mánaðin til bæði húsaleigu, mat og klæðir v.m., men hvarí luksusharemið í Føroya Kommmunuskipan brúka væl meiri pr. høvd til ein luksustúr til Danmarkar í bert eina viku av almennum peningi. Og so í eini tíð, hvarí skattainntøkan í Føroyum er væl minni í mun til sama tíðarskeið í fjør, og hvarí serfrøðingar av álvara er farnir at tosa um kreppu ið enn einaferð sníkir seg inn yvir brimbarda landið! Illa stødd arbeiðsfólk noyðast at brúka sína feriuløn til at gjalda skuld við meðan tey ráðandi kjósa sær við skattapeninginum hjá arbeiðandi stættini!
Og so skjótt sum tað frættist, at danska drotningin við húski kemur á vitjan, so verður rópt beinanvegin eftir 1,3 mill. kr. til at taka ímóti hesum húski við, ið ongantíð í sínum lívi nakran tíð hevur goldið eitt klovi oyra í skatti til danska kongaríkið! Skomm er ikki at finna hjá slíkum fólki, og sokallaðu kristnu samkomurnar og tess leiðarar venda gumpin til alla hesa evjuspannina, men skuldi hann funnið uppá at opna munnin, so er tað bert fyri at verja um hesa evjuspann!
Og umleið 48.000 menniskju mugu bera byrðuna eftir øll tey mistøk, sum í heilum vera framd innan tingsins arbeiði, tí at tey sum mynda landsstýrið og løgtingið v.m., als ikki hava nakran sum helst førleika av nøkrum slagi fyri at vera á teim postum, har tey nú bara einaferð eru. Eitt tað feskasta dømið hava vit so vegna sjófaringini av Jøkulfelli. Og eingi útlit eru fyri, at kavabólturin ætlar sær at steðga á eina løtu, men rullar við fúkandi ferð oman líðina. Ein kann spyrja seg sjálvan, um ein útlærdur bakari kann virka sum hjartaspecialistur? Kann ein timburmaður virka sum djóralækni? Kann ein bóndi virka sum flogskipari?
Norska stjórnin kann akkurát sum einki finna ein marknað uttanum ES innan fiskiídnaðin. Feskasta dømið er vegna upsan, ið bæði russar og ukrainar eru so svangir eftir, at sjálvt risafiskitjóðin Noreg ongan møguleika hevur at metta áðurnevnda marknað. Av tí at eftirspurningurin er so stórur á hesum leiðum eftir upsa, kunna tí norðmenn sum er geva upp til 10,00 kr. kilo fyri upsan meðan upsin í Føroyum kostar umleið 1,00 kr. fyri kilo. Ei heldur her megna føroysku politikkararnir akkurát einki, hóast sína ráðandi støðu. Mær er komið fyri oyra, at danskir strámenn sita sum millummenn og skúma fløtan av, tá føroyskar fyritøkur skulu selja sín viðgjørda fisk av landinum og at hann skal ? uttan vit og skil ? seljast til ES lond. Er hetta satt, so er monopolhandilin ikki enn avtikin í Føroyum, men virkar framvegis í fullum máli um enn loyniligt. Og tekini eru mong ið staðfesta, at so er! Spurningurin er bert so, hvør í Føroyum fær ágóðan av slíkari loyniligari monopolhandilsskipan? Í øllum førum er tað so ikki vanligi borgarin í Føroyum!
Men undir øllum umstøðum kann ein blíva við at róta í hesi evjuspann, tí at hon er tíverri ótømandi, og eingi útlit eru fyri, at nakar hugur er yvirhøvur til stað-ar at rudda upp og reinsa hesa evjuspann! Fólk sita sum negld.