Rumbul í samgongu - spæl fyri gallaríi?

ÆTLAÐA aðalorðaskiftið um Hvítubók og framtíðarstøðu Føroya, sum skuldi vera í tinginum í dag, verður av ongum. Ella rættari, tað er flutt til ein annan dag. Møguliga hósdagin. Orsøkin sigst vera tann, at uppleggið frá landsstýrinum til fundin er ikki liðugt og síðani tann, at løgmaður hevur verið í New York og hevur tí ikki havt stundir at vera við til at gera uppleggið til aðalorðaskiftið.

HETTA er so bert ein partur av orsøkini, sigst. Hin eru tey úttalilsi, sum framstandandi persónar í samgonguni eru komnir fram við í seinastuni. Eitt nú hevur fíggjarnevndarformaðurin sett fram sum eitt krav, at tað sæst aftur á komandi fíggjarlóg, at Føroyar skulu til at taka fullveldi. Tvs. hann vil hava eina fíggjarlóg, har úteiðslurnar ikki vaksa, heldur hinvegin. Hesum tekur fíggjarmálaráðharrin ikki so tungt. Hann kallar samgongufelagan í fíggjarnevndini fyri óseriøsan og sambandskan.


SJÁLVANDI hava politikarar í samgonguni loyvi til at vera ósamdir. Men her er talan um so grundleggjandi ósemju sum snýr seg um sjálva fíggjarlógina og fullveldið, at hetta eigur ikki at fara aftur við borðinum. Áhugavert verður at frætta, hvørja støðu løgmaður hevur í hesum, og fáa vit at síggja, hvussu langt hansara diplomatisku evni røkka. Velur hann at stuðla seg til fíggjarmálaráðharran ella sín partamann í fíggjarnevndini? Møguliga er tað m.a. hetta, sum greiða skuldi fáast á á samgongufundi í gjár.


VIT kunnu í hvussu er staðfesta, at samgongumenn eru ikki samdir um fullveldisætlanina. Kanska løgmaður fara beint teir á kósina aftur, áðrenn aðalorðaskiftið. Kortini meta vit úttalilsini hjá Bjarna Djurholm so mikið prinsipiell fyri fólkaflokkin, at tað skal vera løgið, um tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin fara at tosa við eini tungu, tá aðalorðaskiftið verður.


ÁHUGAVERT verður eisini at hoyra, um og hvar samgonguflokkarnir og javnaðarflokkurin kunnu møtast millum sjálvstýrislóg og fullveldi. Formaður javnaðarfloksins sigur, at javnaðarflokkurin bara gongur við til semjur, sum liggja innan fyri ríkisfelagsskapin. Løgmaður sigur, at hetta kann tulkast á ymsan hátt. Nú fáa vit so at síggja. Mong eru tey, sum nú bíða spent eftir aðalorðaskiftinum - og hvat útspælið verður frá landsstýrinum. Og um úttalilsini hjá Bjarna Djúrholm bara eru spæl fyri gallaríinum?