Rumbul í nevndini var orsøkin til stjóraskiftið

Nógv bendir á, at rumbul í nevndini varð orsøkin til, at Peter Holm, nú fyrrverandi stjóri í Smyril Line, í gjár misti høvdið. Tað kann helst tykjast nógvum undrunarvert, at nevndarformaðurin í Smyril Line, Klaus Kjærulff, bert hevði jalig orð at bera Peteri Holm eftir uppsøgnina av stjóranum í gjár.

Nógv bendir á, at orsøkin til, at Peter Holm misti stjórasessin í Smyril Line er, at ósemjur hava valdað í nevndini fyri Smyril Line seinastu vikurnar.

Miðlahúsið hevur í dag fingið upplýst, at ósemjurnar serstakliga hava staðist millum nevndarformannin, Klaus Kjærulff og nevndarlimin Hendrik Egholm.

Sum skilst, upplýsti Hendrik Egholm fyri stuttum nevndini í Smyril Line, Vinnumálaráðnum og Framtaksgrunninum, at hann legði nevndarsessin frá sær.

Men hetta er enn ikki blivin veruleiki.

-Eg havi ikki ætlanir um at fara úr nevndini hjá Smyril Line, sigur Hendrik Egholm, sum annars ikki hevur stórvegis viðmerkingar til málið.

Nevndarformaðurin í Smyril Line, Klaus Kjærulff sigur við Miðlahúsið, at hann ikki kann gera viðmerkingar til kjakið, sum hevur verði innanhýsis í nevndini.

Tó vil hann ikki avvísa, at ósemjur hava verið millum hann og Hendrik Egholm viðvíkjandi leiklutinum hjá Peteri Holm í Smyril Line.

-Vit eru samd um úrslitið, og tað er tað sum telur, sigur Klaus Kjærulff, sum altso ikki kann nokta fyri, at ósemjur hava verið millum hann og Hendrik Egholm um hetta málið.

Um orsøkina til, at Hendrik Egholm fyri stuttum boðaði nevndini frá, at hann ynskti at sleppa úr nevndini í Smyril Line, sigur Klaus Kjærulff soleiðis.

-Eg kann bara siga, at Hendrik Egholm framvegis er nevndarlimur í Smyril Line, sigur hann og vísir á, at kjak um ymisk viðurskifti altíð eru sunn fyri eina fyritøku.

Peter Holm upplýsti í gjár fyri Miðlahúsinum, at hóast nevndarformaðurin sigur avgerðina verða tikna í sátt og semju millum nevndina og stjóran, so kom avgerðin óvart á Peter Holm.

Til hetta sigur sigur Klaus Kjærulff:

-Tað er púra vanligt at slík viðurskifti ganga skjótt fyri seg, og í hesum førinum var avgerðin tikin og miðlarnir fráboðaðir innan 24 tímar, sigur Klaus Kjærulff, sum ikki heldur nakað undrunarvert verða við hesum málinum.