Rumbul í irakska valinum

Valnevndin veit ikki, hvat hon skal gera við næstan 300 sekkir og kassar við atkvøðum

Uppteljing
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Upprunaliga skuldi úrslitið av tjóðartingsvalinum í Irak koma í gjár, men valnevndin hevur boðað frá, at hon er verri enn so liðug at telja enn.
Orsøkin er, at í uppteljingarhølunum hjá valnevndini eru 250 sekkir og 40 kassar við atkvøðum, sum valnevndin ivast í. Illgruni er um, at talan er ikki um upprunaligar sekkir og kassar við atkvøðum, men at teir eru komnir upp í hinar kassarnar onkunstaðni. Tað kann verða hent, tá atkvøðurnar vóru á veg til Bagdad, men tað er eisini hugsandi, at tað er hent í sjálvum høvuðsstaðnum, skrivar Reuter.
Er hetta so, er talan um valsvik, og valnevndin ásannar, at mutur kann vera uppi í málinum.
Enn veit valnevndin ikki, hvat hon skal gera við kassarnar og sekkirnar, men tað er í øllum førum greitt, at úrslitið av valinum kemur ikki enn.

Tað hevur annars ljóðað, at tann shiamuslimski flokkurin Sameinda Irakska Samgongan er tann stóri vinnarin. Á øðrum plássi er ein kurdisk samgonga og á triðja plássi flokkurin hjá Ayad Alawi, forsætisráðharra.
Talsmenn hjá Sameindu Iraksku Samgonguni hava sagt, at samgongan vann valið, og at hon fer at virka fyri, at tann sera stranga sharia-revsilógin verður sett í gildi í Irak. Tað er beint ímóti tí, sum amerikanararnir ætla.