Rumbul innan føroyska svimjing

Herfyri segði einasti altjóða dómarin í føroyskari svimjing seg frá sum dómara og undirvísara hjá Svimjisamband Føroya. Orsøkin er eitt skriv frá feløgum og einstaklingum kring landið, sum tó í flestu førum ikki vilja kennast við skrivið

Svimjing

Ein av stoltleikunum hjá Svimjisambandi Føroya seinastu árini hevur verið, at tey hava kunnað latið høvuðsdómara til kappingarnar á oyggjaleikunum. Hetta er tíverri fortíð, tí herfyri segði einasti altjóða dómarin hjá føroyingum, Sørin Djurhuus, seg frá sum dómara og undirvísara hjá Svimjisambandinum. Orsøkin er eitt skriv, ið Sosialurin hevur fingið fatur á, har funnist verður hvassliga at dømingini til kappingar kring landið.

Feløg vilja ikki kennast við brævið
Í brævinum stendur m.a. " Undirritaðu hava seinastu árini, sæð eina røð av sera óheppnum avgerðum, ið hava verið tiknar av dómarum og høvuðsdómarum, hetta serliga hvat viðvíkur kolldømingum."
Tað margháttliga er tó tað, at fleiri av teimum, ið standa sum avsendarar av brævinum, als ikki vilja kennast við tað. Millum annað standa fýra svimjifeløg, Tvøroyrar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag og Svimjifelagið Ægir í Klaksvík, sum avsendarar, men bæði Ægir og Tvøroyrar Svimjifelag hava greitt meldað út, at tey hava einki við skrivið at gera. Somuleiðis hava Fuglafjarðar Svimjifelag, Svimjifelagið Skeggjar og Flot eisini sagt seg ikki at taka undir við skrivinum.
Somuleiðis verður í brævinum sagt, at kolldømingin ofta rakar teir "góðu" svimjararnar, og at tað drepur hugin hjá børnunum. Í brævinum verður sagt, at hetta gevast við at svimja, og at SSF má hava í huga, tí sum tað stendur " Tað er sera umráðandi, at hugsað verður um alt tað arbeiði og alla tað tíð sum børn, feløg, venjarar og ikki minnst foreldur leggja í svimjingina. Fyri hvørt barnið tit missa til annan ítrótt, missa tit somuleiðis ikki minni enn 1- 2 ágrýtin foreldur, til at taka eina hond í við tykkum svimjingini at frama" So tað tykist sum um foreldrini eru eins umráðandi sum børnini, iðsvimja.

Formaðurin harmast um støðuna
Katrin Joensen er formaður í Svimjisambandi Føroya, og hon harmast sjálvsagt um støðuna. Hon sigur, at í Føroyum hevur tað altíð verið dømt eftir galdandi reglum, og at SSF heldur, at tað er rættast at halda seg til altjóða reglar. Formaðurin í SSF harmast ikki minst um, at fleiri svimjifeløg kring landið standa sum avsendarar av brævinum, hóast tey einki hava við brævið at gera. Katrin Joensen sigur, at eftir hennara tykki sær tað út til, sum um tað eru nøkur foreldur, ið eru farin aftur um ryggin á avvarðandi svimjifelag og hava sett skrivið saman, tí tey eru misnøgd við dømingina.
Formaðurin í SSF sigur, at eftir teirra tykki er tað ein óvani, at svimjarar ikki svimja tekniskt rætt frá byrjan, og einasti møguleikin hjá okkum at fáa tíðir góðkendar á altjóða støði, er tað neyðugt, at svomið verður tekniskt rætt.
Hon ásannar tó, at neyðugt er at endurskoða skipanina av svimjikappingum í landinum, og hetta evnið verður viðgjørt á einum fundi í Vági í vikuskiftinum. Tað er ein trupulleiki, at alt ov nógvir svimjarar, ið ikki eru búnir til kappingar, verða meldaðir til kappingarnar, har dømingin er strang. Best hevði verið, um tað var eitt slag av frásortering innan kappingarnar, sigur Katrin Joensen.
Síðani kundi verið skipað fyri sonevndum stuttleikakappingum fyri hesum børnum, har ikki var dømt eftir galdandi reglum, men hetta er nakað, ið vit noyðast at taka upp við feløgini,sigur Katrin Joensen formaður í Svimjisambandi Føroya. Hon leggur afturat, at SSF hevur kalendarafund í maj, har mann evt. kann leggja slíkar kappingar inn í kappingarárið hjá føroysku svimjarunum.

Vil ikki kennast við skrivið
Ein av teimum einstaklingum, ið stendur sum avsendari av skrivinum, er venjarin hjá Skeggjum, Søren Olsen, ið eisini er fyrrverandi landsliðssvimjari. Sørin sigur, at hann ikki hevur verið við til at orða skrivið, og hann tekur fjarstøðu frá tí. Hann heldur, at viðkomandi, ið hevur orðað skrivið, hevur gjørt tað út frá egnum tankum.
Tó sigur Søren Olsen, at hann er fyri at linka krøvini, og hann heldur bestu loysnina verða, at føroyingar fara at gera eins og danir, ið hava eitt sokallað "innlæringartíðarskeið" hjá svimjarum upp til 12 ára aldur. Hann sigur, at í Danmark hava tey ikki smáunglingameistaraskap, og tískil er rúm tíð, har svimjarar kunnu læra seg tað tekniska í svimjingini, áðrenn tey fara at taka lut í størri kappingum.
Eisini heldur venjarin hjá Skeggjum, at tað er umráðandi hjá fólki at minnast til, at tað eru venjararnir í teimum einstøku feløgunum, ið avgerða hvørjir svimjarar taka lut í kappingum. Venjarin skal meta um, nær svimjarin er klárur til kappingar, og tað skulu foreldur og SSF ikki blanda seg uppí, sigur Søren Olsen.
Søren Olsen heldur tað verða stórt spell, at altjóða dómarin hjá føroyingum, Sørin Djurhuus, nú hevur takkað fyri seg, tí hann hevur offrað 30 ár av sínum lívi til svimjingina, og tøkkin hann fær, er eitt hvassorðað skriv, har nøkur foreldur og okkurt einstakt svimjifelag vísa sína ónøgd við kolldømingina av sínum børnum, sigur venjarin hjá Skeggjum.