Rumbul: ÍF krevur umdyst

Rok hevur tikið seg upp eftir fjórðingsfinaluna ímillum ÍF og Víking í gjár.

Seinasta orðið er als ikki sagt eftir hendingarríku fjórðingsfinaluna ímillum ÍF og Víking í gjár, sum endaði við at Víkingur eftir 3-3-javnleik vann brotssparkskappingina 9-8. Nú hevur ÍF gjørt vart við, at teir ikki meta at alt fór rætt fram í sambandi við brotssparkskappingina.


Í longdu leiktíðini fekk Dánjal Pauli Lervig hjá Víkingi reyða kortið, og við einum manni færri á vøllinum tilskilar fótbóltslógin, at tað liðið, sum hevur fleiri leikarar, skal taka ein mann burturúr brotssparkskappingini, soleiðis at bæði liðini hava eins nógvar leikarar í miðkringinum, har skjúttarnir standa.


Í lógini stendur m.a., at “Áðrenn byrjað verður upp á eina brotssparkskapping, skal dómarin tryggja sær, at bæði liðini hava líka nógvar leikarar inni í miðkringinum, og teir kunnu taka brotsspørkini.”


Tað var ikki støðan. ÍF hevði 10 leikarar í miðkringinum og Víkingur hevði níggju. Við Norðlýsið sigur formaðurin í ÍF, Leif André Eliassen, at teir nú hava kært dystin við kravi um umdyst.


- Vit hava valt at kæra dystin, har vit vísa á hetta brotið, ið er framt í fótbóltslógini. Í kæruni krevja vit umdyst, sigur ÍF-formaðurin við Norðlýsið í dag.


Málið endar nú hjá aganevndini í FSF, sum skal taka avgerð um fjórðingsfinalan skal spælast av nýggjum ella ikki.