– Eg fari so at gera mítt fyri, at hesi óhepnu umboðini ikki verða vald aftur.
Tað sigur Jógvan Thomsen, nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy
Tað er ikki bara í Tjóðveldi, at tað er farið at prutla undir lokinum, nú Tórshavnar Býráð samtykti at koyra grót úr Eysturoyartunlinum inn á Sund og at gera eitt stórt ídnaðarøki har. Í Tjóðveldi hevur Edith Vang, sum var valevni á býráðsvalinum, meldað seg úr flokkinum.
Eisini í Fólkaflokkinum hevur hetta elvt til rumbul, og Jógvan Thomsen staðfesti á Facebook nú ein dagin, at nú er tað endaliga staðfest, at býráðsmeirilutin í Tórshavnar Kommunu als onki leggur í lógir, kunngerðir, umhvørvisatlit, fólkaræði ella nakað annað, tí tey leggja ikki í nakað enn sínar egnu meiningar.
Eitt, hann helst sipar til, at býráðið læt ikki Kaldbaksnevndina sleppa til orðanna í málinum áðrenn tað varð samtykt í fjør. Eitt annað, hann helst sipar til, er, at ætlanin verður sett í verk, hóast kaldbaksfólk at kalla einmælt hava mótmælt henni.
Jógvan Thomsen sigur, at sum nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag kann hann bara øtast, at umboð fyri Fólkaflokkin so opið og heilhjartað ganga beinleiðis ímóti tí, sum hann sigur, er stevnuskránni og valskránni hjá flokkinum, og teirri fólkaræðisligu hugsjón, ið liggur sum grundarlag undir politikki floksins.
Hann sigur, at tí kann hann ikki annað enn at heita á nevndina í Havnar Framburðsfelag um at gera vart við hetta og at taka frástøðu frá hesum »ólógliga og ómoralska atburði« hjá býráðsumboðum floksins, sum eftir hansara tykki, fer at oyðileggja Sund.
Og hann heitir eisini á tey á tey um ikki at stilla tey, altso Anniku Olsen og Boga Andreasen, upp aftur til til næstu kommunuval.
– Eg fari so at gera mítt fyri, at hesi óhepnu umboðini ikki verða vald aftur, sigur Jógvan Thomsen.
Hann sigur, at hann hevur frætt frá keldum at einasta orsøk til Ídnaðarøkið verður lagt á Sundi, er fyri at forða fyri, at Runavíkar býráð skal fáa grótið.
Hann hevur heldur einki álit á býráðslimm, tá ið teir siga, at einki dálkandi virksemi skal vera á Sundi. Hann vísir á býráðslimir hava tosað um brennistøð, biogassvirkið, brandskúla, og annað.