Umleið hálvgum tvey í nátt lá Havnin, og stórt sæð restina av landinum, í bøla niðu.
Ein høvuðslinja hjá SEV hevði ein feil, og motorarnir á Sundi slóknaðu eins og vatnturbinurnar á Eiðisverkinum steðgaðu.
Tað førdi rumbul við sær á REX, har ungdómar millum 15 og 17 ár vóru komin í dans.
Fleiri vildu hava pengarnar aftur, tí tey høvdu keypt atgongumerki til diskotek, men har var eingin tónleikur at hoyra.
Sambært eigaranum Rúna Djurhuus varð lagið tó betur, tá tey sóu, at tað var um alla Havnina, at ljósið var farið.
- Tey hildu, at tað bara var hjá okkum, at ljósið var farið, og tað førdi við sær eina ávísa ónøgd, sigur hann.
Rúni Djurhuus heldur, at lagið bleiv betur, tá ljósið kom aftur kl 03. Inntil tá kláraðu tey seg við kertuljósum og føroyskum dansi.
REX hevur neyðljós og generatorar, so har var ikki bølamyrkt inni, sigur Rúni Djurhuus.