Rullubretti á alfaravegi sera vandamikil

Tað snýr seg bara um tíð, nær okkurt barn á rullubretti endar undir onkrum bili, sigur Ferðslutrygd

Seinnu árini hevur tað vundið meira og meira upp á seg , at børn aka á rullibretti (skateboard) úti á vegnum, har bilar koyra. Mangur bilførari man hava fingið skelk, tá ið hann næstan hevur koyrt á barn, sum liggjandi á búkinum á rullibretti er komið við fúkandi ferð millum bilar ? ella undan húsum á alfararvegi. Eitt er at tey illa síggjast í dagslýsi, tí at tey eru so lágt, annað er tey á kvøldi eru myrk og eru als ikki at síggja.
? Orsøkin til at hesin spurningur verður reistur nú, er ikki at trupulleikin er uppstaðin í dag. Men á skrivstovuna hjá okkum kom í dag skelkaður bilførari, sum heitti á okkum um at gera okkurt við hetta vandamál. Hesin vil fegin siga frá síni skelkandi uppliving í teirri vón, at skilið verður betri, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd
Hann sigur, at tey kunnu ikki annað enn taka fult undir við hesum og í roynd og veru er spurningurin bara um tíð, nær onkur liggur undir einum bili.