Rullandi konsertir: Hetta er øðrvísi uppliving

Signar í Homrum og hansara tónleikarar eru farnir á rull

Signar í Homrum og hansara bólkur eru farnir at spæla til serligar konsertir, teir kalla »Rullandi konsertir«. Konseptið snýr seg um, at bólkurin fer upp í ein lastbil hjá Ljóðtøkni, har ljóðanlegg og ljós longu er klár at nýta, og so er klárt at framføra.

Í farnu viku farmførdu teir teir í Sunda og Eiðis kommunu á einari rullandi konsertferð, har byrjað varð við Gjógv. Síðani spældu á Eiði, við røktarheimið Mørkina við Streymin, á Norðskála, í Haldórsvík, Hósvík, og teir endaðu øðrvísi konsertferðina í Hvalvík.

– Tað gekk framúr væl. Fólk komu í hópatali koma at lurta og vóru væl nøgd. Tað er deiligt, at kommunurnar vildu verða við til at geva sínum borgarum eina tónleikauppliving í hesum koronutíðum, sigur Signar í Homrum.

Við á ferðini var eisini Streetfood matvognurin hjá Ruben Busk, kvøldkonsertirnar høvdu eitt sindur av stevnudámi yvir sær.

– Nú øll trivnaðartiltøk,festivalar, stevnur og annað eru avlýst í ár, og vit sóu tað sum Hallur Joensen og hansara fólk gjørdu í Klaksvík, hildu vit, at vit átta at finna uppá okkurt líknandi. Og okkara fatan er, at fólkið í Eiðis og Sunda kommunum vóru sera glað fyri tiltakið, sigur Signar í Homrum.

– Vit eru tí eisini farnir í samskifti við aðrar kommunur fyri at vita, um tær hava hug til, at vit gera nakað líknandi fyri tær. Vit í bólkinum eru ið hvussu er glaðir fyri at kunna bjóða áhoyrararnum hesa eitt sindur øðrvísi tónleikaupplivingina.