Rullaðu gamlan kolkomfýr

Í nátt er herverk framt við eini hús í Skopun. Her hevði eitt húski annars havt ein kolkomfýr standandi uttanveggja.

Kolkomfýrurin stóð annars í garðinum í gjárkvøldið, men fyri løtu síðani fekk løgreglan boð um, at hann ikki stóð har í morgun. Kolkomfýrurin var nú rullaður út á vegin - og brotin.

Hvat ætlanin var við hesum herverkinum og hvør hevur gjørt tað, verður einki sagt um. Av Politistøðini í Havn verður bara upplýst, at málið verður kannað.