Rulla páskaregg

Enn rulla børn egg 2. páskadag, tó at dagurin kanska ikki hevur somu undirtøku sum fyrr.

Børnini gleðast um páskareggini, tey sleppa at pakka upp og eta 1. páskadag, og tá 2. páskadagur kemur, verður enn farið út í bøin at rulla.

 

Í summum bygdum savnast flestu børn í bygdini saman við vaksnum á ávísum støðum at rulla egg, og í øðrum bygdum eru familjur samlaðar til hesa løtu.

 

Soleiðis hevur eisini verið kring landið í dag, nú veðrið hevur verið og framvegis er so avbera gott.

 

Hesin lítli sjeikurin á myndini var millum teirra, sum longu fyrrapartin í dag rullaðu egg úti við vindmyllurnar á Eystnesi.