Símun A. Klein
Mangt skal ein hoyra, áðrenn oyruni detta av! Nú skal landsstýrið/løgtingið seta eina hugsanarnevnd í sambandi við at Føroyar áðrenn/ella í seinasta lagi 2015 skulu standa á heimsskamlinum: Ein av heimsins fremstu tjóðum!
Seinastu umleið 100 árini hava føroyingar roynt at loysa frá Danmark, men hevur hetta, sum jú øllum kunnugt, ongantíð eydnast enn. Tá saman um kemur, er tað føroyska landsstýrið og løgtingið bert at samanlíkna við eina kopimaskinu, sum fyri tað mesta avritar danskar loysnir, ið tó ikki gagna føroyska samfelagnum á nakran sum helst hátt!
Við tað at Føroyar ongantíð enn hava megnað at loyst frá Danmark, verða Føroyar harvið framvegis at rokna fyri at vera ein donsk kommuna við sera víttgangandi karmum innan danska kongaríkið! (samb. cand. psyk. professarum í Danmark!)
Eitt er at hava høgtflúgvandi tankar og dreymar, nakað annað er at vita, hvør eins núverandi støða er. Ikki fyrr enn núverandi landsins leiðandi persónar tora at síggja veruleikan beint í eyguni, at enn eru Føroyar bert at rokna sum ein donsk kommuna, ikki fyrr enn tá fara landsins leiðandi persónar at síggja, hvussu ómøgulig handan 2015 hugsjónin bjarta er at føra út í lívið, tí at eitt av sera mongum krøvum hartil er: LOYSING FRÁ DANMARK!
Og enn meira undarlig er hendan 2015 hugsjónin av teirri grund, at hendan hugsjónin bjarta kemur frá eini sambandssamgongu, sum á ongan hátt orkar ella torir at hoyra um hugsjónina: LOYSING FRÁ DANMARK! ? Um so er, at fólkaflokkurin møguliga fyrr hevur verið roknaður fyri at vera ein loysingarflokkur, so er hann tað ikki longur, men hevur skift ham og bakkar fult upp um sambandshugsjónina: ALTÍÐ HJÁ DANMARK!
Hinvegin er tað sera áhugavert og hugaligt, at sambandsflokkarnir tosa nú um loysing innan ár 2015, hóast teir hava pakkað orðini sera væl inn, soleiðis at enn hevur næstan eingin uppdagað, at 2015 jólapakkin er í veruleikanum annaðhvørt »loysing« ella eitt stórt »fuppnummar«!?
Ein spaki er ein spaki, ein kommuna er ein kommuna, ein tjóð er ein tjóð og eitt rukkulív er og verður altíð eitt rukkulív, ? nokk ein tann fyrsta og allar størsta uppgávan, ið hugsunarnevndin fær úr at gera í longri tíð við at sannføra landsins leiðandi um, ? um hon nú hevur nakað at hugsa við!?
Kann vera, at landsins leiðandi persónar eru pressaðir til at seta eina hugsunarnevnd, tí at teir hava millum lítið og einki at hugsa við sjálvir?
Sum tað einasta blað í Føroyum hava Oyggjatíðindi tey seinastu minst 20 árini avdúkað fyri Føroya fólki, at korruptiónin í oyggjasamfelagnum altíð hevur havt góð bein at gingið á og ongantíð hevur havt tað so trivaligt sum nú á døgum, og at rættartrygd føroyinganna er ein av teim vánaligastu í øllum heiminum.
Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesar svullir innan ár 2015?
Munurin millum rík og fátæk gerst alsamt størri dag frá degi. Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesi sár innan 2015?
Arbeiðsloysið er støðugt vaksandi. Útlendingar verða jagstraðir av landin-um uttan haldgóða grundgeving (rasismukendur framferðarháttur!), vanligi borgarin fær heim sítt rænt á alljósum degi av landsins leiðslustovnum v.m., ? føroysku fyritøkurnar sleppa nærum frítt at dumpa avfall út í náttúruna og svína alt til, verri enn nakar danskur grísur er førur fyri at svína í sínum egna umhvørvi. Seinasta nýggja er, at eitt stoypivirki í Føroyum hevur stoypt fleiri áir til, soleiðis at um ein laksur ætlaði sær niðan í eina á at gýta onkunstaðni, so noyddist hann at leiga tyrluna fyri at sleppa niðan. Føroyskar kommunur gambla við skattapeningi hjá Palleba og Josefinu í útlondum við stórtapi osfr. (Listin er óendaliga langur viðv. hurlivasanum og óskilinum í Føroyum!)
Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða hesa sinnissjúku hjá fólki innan ár 2015?
Hvussu ætlar landsins leiðsla at grøða seg sjálva?
Kann vera, at eg havi misskilt hesa nýggju hugsjón hjá landsins leiðandi fólki onkursvegna, tí at gott nokk verður sagt, at ætlanin er, at Føroyar skulu gerast ein av heimsins fremstu tjóðum innan og í seinasta lagi 2015, men sjónin nevndi mær vitandi ikki, í hvørjum og innan hvat Føroyar ætlaðu sær at vera ein av fremstu tjóðum í ?
Hevði verið gott, um vit fingu tað upp á pláss eisini!
Men sum fyrr nevnt, so er vegurin óhugnaliga langur at ganga, frá at vera ein av teimum minnu kommununum í danska kongaríkinum og so hartil at gerast ein av teim fremstu TJÓÐUNUM í øllum heiminum!?
Hevði hugsjónin bjarta nú ikki verið meira hóskandi og verulig, um heitið heldur hevði tekstin: EIN AV FREMSTU KOMMUNUNUM Í DANSKA KONGARÍKINUM? Her kundi kanska verið ein lítil møguleiki, men heldur ikki meir!
Tað einasta, ið Føroyar eru fremstar í í løtuni er: VITLOYSI!
Finnist nakar heilivágur fyri áðurnevndu støðu?