Rufus sleppur ikki í kongressina

Tað eydnaðist ikki hjá Rufus Gifford, fyrrverandi sendimanni í Keypmannahavn, at vinna møguleikan at verða valdur í Umboðsmannatingið í USA

Tað eydnaðist ikki hjá Rufus Gifford, fyrrverandi sendimanni í Keypmannahavn, at vinna møguleikan at verða valdur í Umboðsmannatingið í USA

 

Rufus Gifford hevur viðurkent tapið, og at 91 prosent av atkvøðunum eru taldar. Rufus Gifford er kendur í Føroyum sum amerikanskur sendirharri í Danmark. Vitjaði fleiri ferðir í Føroyum. Hann er samkyndur og eitt nú setti hann skrúðgonguna hjá LGBT í Havn 27. juli í 2016

 

Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, tapti undanvalið í Massachusetts.

 

Tá 91 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, sá út til, at hann verður nummar fýra til undanvalið í statinum.

 

Rufus Gifford hevur stríðst ímóti níggju øðrum demokratiskum valevnum og tapti ímóti Daniel Koh, sum við 21,9 prosentum av atkvøðunum stendur til at vinna valdømið.

 

Við Jesper Steinmetz frá TV2 viðgongur Gifford, at hann hevur tapt.

– Tað er keðiligt hjá mær. Vit tveittu okkum út í hetta og komu ikki heilt á mál. Vit vistu, at vágin var har. Eg gekk við lív og sál upp í hetta. Nú bíða vit til næsta kapittul, sigur hann.

 

Hann vissar um, at hann fer at halda fram við arbeiði sínum annaðhvørt í politikki ella í aðrari almennari tænastu.

 

Meinginakanningar upp til valið spáddu annars Gifford at hava góðar møguleikar. Í seinastu kanningini lá Gifford sum nummar tvey – bara Daniel Koh, sum nú vann, lá frammanfyri.

 

Daniel Koh er fyrrverandi stabsstjóri fyri borgarstjóran í Boston og hevur verið meira í lokalpolitikki enn Gifford. EFtir valsigurin verður hann allarhelst limur í Undirhúsinum í amerikonsku kongressini, Umboðsmannatinginum.

 

Umframt Daniel Koh hava eisini tvey onnur valevnini fingið fleiri atkvøður enn Gifford.

 

Sambært Anders Agner Pedersen, sum er blaðstjóri á netmiðlinum kongressen.com, kann størsti vansin hjá Gifford hava verið tey mongu árini, hann hevur verið uttanlands.

 

– Avbjóðingini fyri Rufus Gifford er, at hann enn er ein outsidari. Hann er komin aftur til heimstatin, Massachusetts, eftir at hann hevur verið trý og eitt hálvt ár í Danmark, segði Anders Agner Pedersen undan undanvalinum.

 

Hinvegin hevur Gifford eisini havt eitt es í ermuni, sum hevur økt um møguleikarnar hjá honum at vinna.

 

Í 2012 stóð hann á odda fyri peningainnsavningini fyri Barack Obama, sum sló øll met. Og tey evnini hevur hann sambært Anders Agner Pedersen tikið við sær í valstríðið. Tað var tó ikki nóg mikið hjá honum at fáa fleiri atkvøður enn mótvalevnini.

 

/ritzau/