Seinastu stívliga trý árini hevur Rufus Gifford úr Boston í Massachusetts verið amerikanskur sendiharri í danska kongaríkinum.
Rufus Gifford var fíggjarleiðari fyri valstríðið hjá Barack Obama í 2012, og eftir at Obama varð afturvaldur sum forseti, varð Rufus Gifford útnevndur sum sendiharri í Danmark. Hann hevur røkt hetta starv síðani september í 2013.
Rufus Gifford hevur eisini vitjað í Føroyum. Hann var í Føroyum á ólavsøku í fjør, og tá luttók hann millum annað í Pride skrúðgonguni. Rufus Gifford er samkyndur og varð giftur Stephen DeVincent á Ráðhúsinum í Keypmannahavn í 2015.
Nú forsetaskiftið verður í USA, er greitt, at Rufus Gifford ikki heldur fram sum amerikanskur sendiharri í Danmark. Sendiharrar og nógv onnur starvsfólk hjá amerikansku stjórnini verða útnevnd politiskt, og tí skulu Rufus Gifford og umleið 4.000 onnur embætisfólk leita sær eftir nýggjum starvi, nú Barack Obama gevst, og Donald Trump tekur við sum forseti.









