Ruðuleiki á Strandferðsluni

Fíggjarleiðarin er sendur til hús, meðan stjórin roynir at fáa yvirlit yvir, hvussu stóra eykajáttan Strandferðslan hevur tørv á í ár

Fíggjarleiðarin er sendur til hús, meðan stjórin roynir at fáa yvirlit yvir, hvussu stóra eykajáttan Strandferðslan hevur tørv á í ár.

 

Tað er ein sera fáorðaður stjóri á Strandferðsluni, sum in.fo fyrr í dag biður lýsa aktuellu fíggjarstøðuna á stovninum.

 

Hilmar Eliasen sigur seg í løtuni vera í holt við at gjøgnumganga allar rakstrarkonti hjá Strandferðsluni. Fíggjarætlanin hjá stovninum fyri árið í ár hongur ikki saman, og longu nú er greitt, at pengar koma at mangla í.

 

Tí noyðist Johan Dahl, landsstýrismaður við ábyrgd av Strandferðsluni, í næstum í løgtingið at biðja um eykajáttan til stovnin.

 

Sambært keldum hjá in.fo er talan um nakrar milliónir krónur, sum mangla í.

 

Hvørki Johan Dahl ella Hilmar Eliasen vilja í dag upplýsa, hvussu nógvar pengar talan er um. Landsstýrismaðurin vil bara upplýsa, at eykajáttanarlógin kemur í tingið í september.

 

– Vit gjøgnumganga í løtuni allan raksturin, sigur Hilmar Eliasen, sum tó ikki vil útgreina orsøkina til at neyðugt er við fleiri pengum.

 

Stjórin kann ikki peika á nakra, einstaka orsøk til at stovninum tørvar eina eykajáttan.

 

Greitt er tó, at samstundis sum hetta arbeiðið fer fram inni á Strandferðsluni, so er fíggjarleiðarin á stovninum, Hans Petur Joensen, sendur til hús.

 

In.fo veit frá álítandi keldum, at fíggjarleiðarin hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

 

– Jú, tað er rætt, at hann er ikki til arbeiðis á Strandferðsluni fyribils, sigur Hilmar Eliasen, sum annars als ikki ynskir at gera viðmerkingar til upplýsingarnar.

 

– Eg eri í einum internum dialogi… Arbeitt verður við eini felags útmelding... ljóða einastu svarini frá Hilmari Eliasen, tá hann verður biðin um at vátta ella avsanna tíðindini um støðuna hjá fíggjaleiðaranum.

 

Greitt er tó, at fyri nøkrum døgum síðani var stjórin á Strandferðsluni á gátt í Tinganesi, har hann kunnaði leiðandi samgongupolitikarar og embætisfólk um støðuna á Strandferðsluni.

 

Við á fundinum var eisini landsstýrismaðurin í vinnumálum. Men heldur ikki Johan Dahl vil gera viðmerkingar til at fíggjarleiðarin er sendur til hús.

 

– Tað mást tú tosa við Hilmar Eliasen um, ljóðar einasta svarið frá Johan Dahl, sum í dag er staddur á almennari vitjan í Álandi.

 

Hilmar Eliasen sigur seg arbeiða við einari almennari fráboðan.