Hvussu er lagið?
Tað er rímiliga gott. Eg eri ikki nakar veðursjúkur harri, og er mann tað í Føroyum, so er mann nokk skeivt plaseraður.
Hvør er besti sjónleikur, tú hevur sæð?
Eg havi sæð nógvar góðar leikir her í Føroyum. Mær hevur altíð dámt væl leikir hjá Dario Fo, og ein av teimum, sum eg var sera glaður fyri í sínari tíð, var “Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra”. Mær dámdi eisini sera væl leikin hjá Jóanes Nielsen, “Eitur nakað land Week-end?”
Hvør er tín dreyma leiklutur?
Eg havi ikki havt nakrar stórar høvuðsleiklutir, og onkur kallaði meg síðu 89 drongurin, tí eg kom ofta seint inn í leikirnar. Men tað seinastu løtuna, tá eg spældi við, so var tað ofta rokmikið. Um eg skuldi ynskt mær ein leiklut, so skuldi tað verið í einum filmi hjá Woody Allen - mær dámar væl handan jødiska forvirringin í New York umhvørvinum.
Hvør er Føroya besti leikari?
Vit hava nógvar góðar leikarar, og mær dámar ikki orðið “best”. Men ein, sum altíð imponerar meg, er Hans Tórgarð.
Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?
Tað er so deiliga lítið skil á í Føroyum. Mann følir seg ikki trýstan av systeminum.
Hvat er tað ringasta við at búgva í Føroyum?
Tað er lítið skil á, at vit rudda ongantíð upp. Alt flýtur, og ein høvuðsreingð hevði verið upp á pláss.
Hvussu er at verða kendur í Føroyum?
Eg veit ikki, um eg eri so kendur. Og tað er í øllum førum ikki so belastandi at verða kendur fyri at stýra einum bingospæli. Tað er til at liva við.
Hevur tú nakrantíð vunnið í Gekkinum?
Eg havi spælt við eitt sindur Gekk, men eg havi ongantíð vunnið. Einferð ringdi eg inn fyri eina damu, sum ikki tordi at ringja, men eg hevði ikki vunnið sjálvur.
Hvør er mest inspirerandi persónur, tú hevur hitt?
Eg havi hitt nógvar inspirerandi persónar. Ein tann mest áhugaverdi er Jákup Veyhe - hansara verð er ikki á okkara mjólkavegi.
Hvat heldur tú, tað verður ov lítið tosa um?
Tann vanliga føroyingin á gólvinum. Men annars vil eg siga, at føryingar snakka meira um alt millum himmal og jørð, enn vit plagdu at gera.
Hvat verður ov nógv tosa um?
Facebook.
Hvat er størsti brølarin, sum er gjørdur í Føroyum?
Hin yvirfylta fiskidagaskipanin.
Hvat ger teg glaðan?
Tá tingini - sum tað eitur á góðum føroyskum - fløska seg.
Hvat ger teg illan?
Eg kann blívur illur um ymiskt, men kanska eri eg blivin eitt sindur meira líkaglaður við árum. Eitt aktuelt mál, sum kann øsa meg, er, at føroyingar jagstra eitt burðardygt stempul í Bretlandi, í staðin fyri at gera fiskiskapin burðardyggan.
Hvør er tín lívrættur?
Trupulleikin í mínum lívi hevur verið, at næstan alt er lívrættur – serliga allur føroyskur matur.
Hvat hevði tú gjørt, um tú var ósjónligur ein dag?
Set meg í tað sokallað føroyska uttanríkisráðið.
Um tú slapp at liva lívið umaftur, hvat hevði tú gjørt øðrvísi?
Nógv hevði verið øðrvísi, um mann ikki tók tann fyrsta snapsin. Har vóru nøkur ár, har eg kundi fingið meira við av tí heila.
Hvat er eitt gott lív?
At hava rímiligan sálarfrið.
Hvat hevur lívið lært teg?
Lívið hevur lært meg, at tað gongur skjótt fyri seg. Tað ræður um at njóta lívið ein dag í senn.
Nær veit mann, at mann er ein klaksvíkingur?
Tá mann er limur í felagsskapinum Orginalar
FAKTA
Navn: Rudolf Joensen
Aldur: 56 ár
Bústaður: Havn
Starv: Lærari í skúlanum í Kaldbak