Klaksvík: Tað skortaði ikki við viðmerkingum frá borgarunum til serstøku umhvørvisvikuna hjá Klaksvíkar kommunu.
Fyrrapartin leygardagin var nevniliga ikki nógv sum bendi á, at øll kommunan skuldi rudda og tryggja, at Klaksvík framvegis verður bæði reinur og fríður.
Ein koyritúrur gjøgnum stóran part av býnum vísti fá tekin um, at rudding og trivnaður vóru í hásæti.
Onkur vaskaði bil, onkur málaði garð, onkrastaðni sóust menn práta og børn spæla. Og kring fótbóltsvøllin var ein rættiliga stór mannamúgva komin at hyggja eftir einihvørjari fótbóltskapping.
Men tað var rættiliga langt millum ruddandi fólk í handskum og við posa á baki.
Kanska var kunningin ov lítið og arbeiðið at fáa fólk við uppá tiltakið ikki nóg væl úr hondum greitt. Og alt hetta, hóast alt er gjørt fyri at lýsa við tiltakinum.
Rudda á røttum staði
Fólk høvdu góða tíð at práta, og her gekk sjón fyri søgn, at hetta við ruddingini hevði ikki tann stóra áhugan millum tað vanliga fólkið.
- Nå, er tað í dag er tað er ruddingardagur! Nei, tað visti eg ikki, segði ein maður.
Tann næsti var púra ovfarin, og spurdi um tað var í dag at ruddingardagurin var?
- Ein einstakur dagur at rudda her í Klaksvík er alt ov lítið. Her mugu nógvir dagar til, tí her liggur órudd og sløðist allastaðni, segði ein annar.
- Eg haldi, at tær mongu fyritøkurnar í býnum áttu at rudda rundan um hjá sær sjálvum fyrst. Far tú bara ein túr út eftir Oyrarvegnum, so er nóg mikið órudd har til fleiri dagar, segði ein triði.
Og ein fjórði var so opinskáraður, og helt at skuldi ein veruliga rudda í Klaksvík, so átti ein at byrja í einum stórum gráum bygning í Nólsoyar Pállsgøtu!
Hinvegin visti onkur at siga frá, at nógv fólk høvdu ruddað í Vágsbønum í góðveðrinum henda morgunin.
Hugsa globalt
Tað er umhvørvisdeildin hjá kommununi sum hevur staðið fyri hesum umhvørvisátakinum teir seinastu dagarnir.
Tað byrjaði so væl við at fólk í umsitingini sjálvi tóku fyrsta stigið og fóru at rudda í Borðoyarvík. Seinni ruddaðu tey innanveggja í arbeiðsplássi teirra.
Ynskið hjá kommununi var eisini at fáa fólk at taka undir við hesum, og tí var ein faldari sendur út í hvørt hús, har greitt var frá umhvørvisvikuni.
Í hesum faldara greiddi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen frá endamálinum við hesum átakinum, nú tann nýggja umhvørvisdeildin er sett á stovn.
Hann vónaði, at hvør einstakur borgari fór at taka væl undir við teimum nýggju tónunum, og verkætlanunum, ið eru á veg á umhvørvisøkinum.
- Vit eiga og mugu hugsa globalt, nú heimurin er vorðin so lítil, og vit vita, hvørji árin standast av ovurhiting og dálking annars.
- Hvør einstakur hevur eisini ábyrgd fyri tí, ið vit hava fingið at umsita frá Skaparans hond, og eiga vit eisini at hugsa um næsta ættarliðið, segði borgarstjórin millum annað í heilsan síni.
Spurningurin er so, hvat kann gerast betri næstu ferð!
(Sí eisini greinina: "Øll áttu at rudda fyri seg")
Skrá fyri leygardagin
Ruddingar- og trivnaðardagur fyri allar borgarar í Klaksvíkar kommuna.
Kl. 10
Vit møtast øll í Ósá-skúlanum til rundstykkir og kaffi. Klaksvíkar Hornorkestur spælir lættan horntónleik, og Rani Nolsøe, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini setur dagin.
Síðani verður farið út at rudda til kl. 13. Vit møtast aftur til lætt ábit, og Hans Hjalti Skaale fer at syngja nakrar sangir.
Plantupakkin verður útflýggjaður í hølunum hjá býargartnaranum í kjallaranum undir Skýlinum millum kl. 13 og 15 til teirra, ið hava fingið útflýggingarseðil.
(Brot úr faldaranum um Umhvørvisvikuni)