Seinast finska landsliðið vitjaði í Føroyum varð seinast í apríl í 1995.
Tá spældu Føroyar og Finnland EM-undankappingardyst á Svangaskarði. Væl stóð til í fyrra hálvleiki, tá støðan varð 0-0, men í seinna hálvleiki fekk Finnland fýra mál, og vann 4-0.
Ongantíð áður hevði ein heimadystur ligið so tíðliga á árunum, sum tá, og tað skuldi nógvur kavi ruddast, áðrenn dómarin í evstu løtu gav loyvið til, at dysturin kundi spælast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr mannin, sum er ímyndin av Svangaskarði, Niclas Davidsen greiða frá serligu umstøðunum í samband við tann seinasta landsdystin ímóti Finnlandi.