Ruddað varð við bryggjuna fram við Kósavirkinum. Vinnukavarar svumu fram við bryggjuni og festu endar í dekkini. Síðan tók Brimil dekkini upp á land, og Klaksvíkar Havn hevur átikið sær at beina dekkini burtur. Tá dekkini vóru tald upp, vóru 108 gomul lastbiladekk komin upp.
Karl Johansen, borgarstjóri, var á staðnum, tá ið dekkini vóru tikin upp. Hann fegast um hetta framúr arbeiðið, sum nú er gjørt, tí órudd á havbotninum kunnu gera skaða á skip, umframt at hetta eisni dálkar okkara náttúru.
Hetta skrivar klaksvik.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja.