Løgreglan í Suðuroy stongdi sunnunáttina Seglloftið á Tvøroyri, tá klokkan varð blivin hálvgum fýra. Orsøkin til tað var, at eitt glas varð tveitt út gjøgnum eitt vindeyga, og rakti niður á ein bil, sum stóð parkeraður frammanfyri bygninginum.
Vakthavandi á Løgreglustøðini á Tvøroyri váttar, at teir høvdu hoyrt graml um, at rúsdrekka varð skonkt til ómyndug, men sigur, at teir einki sóu tá teir vóru har, og at einki tískil kann prógvast.
Talan var um eitt vanligt øl- ella sjussglas, sum fór út gjøgnum rútin, og rakti forrútin á parkeraða bilinum. Einki verður sagt um stórvegis skaða av glasinum tó.
Burtursæð frá at teir føldu seg noyddar at rudda út á Seglloftinum á miðjari nátt, sigur vakthavandi at vikuskiftið í Suðuroy hevur verið fyrimyndarliga gott og friðarligt. Onkrir bilførarar eru steðgaðir til kanningar, men alt hevur verið í lagi, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini á Tvøroyri.
- RN